Profeturin øtast yvir syndina í Jerúsalem

v1  Reikið um á gøtunum í Jerúsalem og gevið gætur eftir tí, sum tit síggja, og leitið á torgum hennara, um tit finna nakran, hvørt har er nakar, sum innir rætt og leggur dent á trúskap, so at eg kann fyrigeva teimum. v2  Og tó at teir svørja: So satt sum Harrin livir! tá er eiður teirra lygn. v3  Men Harri, er tað ikki trúfesti, sum tú leitar eftir? Tú slóst, men teir lótu ikki á sær kenna; tú oyddi teir, men teir vildu ikki taka við aga; teir gjørdu andlit síni harðari enn grót og vildu ikki venda við. v4  Men eg hugsaði: Teir eru einans smámenn og fákunnir og vita ikki veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. v5  Eg vil tí snúgva mær til stórmenninar og tala við teir; teir vita jú veg Harrans, rættin hjá Guði sínum. Men allir samlir høvdu eisini teir brotið okið, slitið av sær bondini. v6  Tessvegna skal ljón úr skóginum ráðast á teir, úlvur úr reynunum beina fyri teimum, pantarin sæta um borgir teirra, so at hvør, ið fer út úr teimum, verður sundurskræddur; tí at mangar eru misgerðir teirra og trúloysi teirra mikið. v7  Hvussu kann eg fyrigeva tær? Synir tínir hava sagt meg burtur og svorið við gudar, ið ikki eru gudar; og tá ið eg mettaði teir, drivu teir hor og hølaðust í skøkjuhúsum. v8  Teir vóru væl í holdum, graðhestar, ið lupu aftur og fram; teir neggjaðu hvør eftir konuni hjá øðrum.

Profeturin boðar revsing frá Harranum

v9  Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn, sigur Harrin, og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at? v10  Stígið upp á borgargarðar hennara og týnið, men gerið tó ikki bart; takið burtur vínviðargreinar hennara, tí at Harranum hoyra teir ikki til. v11  Vissuliga hava Ísraels hús og Júda hús svikið meg skammleyst, sigur Harrin. v12  Teir avnokta Harran og siga: Hann man ongar skreytir gera; ikki man ógæva raka okkum, og svørð og hungur skulu vit einki síggja til. v13  Profetarnir skulu verða at vindi, orð Guðs er ikki í teimum; gævi orðið rakar teir sjálvar! v14  Tí sigur Harrin, Guð herliðanna, soleiðis: Av tí at tit mæla tílíkum orðum, sí, tessvegna geri eg orð míni til eld í munni tínum og hetta fólk til brennivið, og eldurin skal týna teimum. v15  Sí, eg lati tjóð úr fjarløgdum londum koma yvir tykkum, Ísraels hús, sigur Harrin, tjóð, sum er sterk, fyrndargamla tjóð; tungumálið hjá teirri tjóð skilir tú ikki, fatar ikki talu hennara. v16  Sum opin grøv er ørvahúsi teirra; allir eru teir hetjur. v17  Teir skulu eta korn títt og breyð títt; teir skulu eta synir tínar og døtur; teir skulu eta smalur tínar og stórdýr tíni; teir skulu eta víntrø tíni og fikutrø; við svørði skulu teir oyða tínar víggirdu borgir, sum tú troystaði á.

Spádómur um herleiðing

v18  Men tó vil eg á teimum døgum, sigur Harrin, ikki aloyða tykkum. v19  Um teir tá siga: Fyri hvat man Harrin, Guð okkara, gera okkum alt hetta? Tá skalt tú svara teimum: Eins og tit hava sagt meg burtur og tænt øðrum gudum í landi tykkara, soleiðis skulu tit verða trælir hjá øðrum í landi, sum ikki er tykkara.

Guð er sterkur, men fólkið blint

v20  Boðið hetta fyri Jákups húsi og kunngerið tað í Júda: v21  Hoyr hetta, tú fákunna og skilaleysa fólk, tit, ið hava eygu og kortini ikki síggja, hava oyru og kortini ikki hoyra! v22  Vilja tit ikki óttast meg, sigur Harrin, ella skelva fyri ásjón míni, fyri mær, ið setti sandin sum mark fyri havinum, sum ævigt markaskil, sum havið ikki sleppur yvir um, so at bylgjur tess einki eru mentar, hvussu tær so bróta, og komast ikki yvirum, hvussu tær so leika í.

Spilla fólksins

v23  Hetta er tvørlynt fólk við treiskum hjarta; teir viku frá og fóru sín veg v24  og søgdu ikki í hjarta sínum: Latum okkum óttast Harran, Guð váran, ið gevur regnið, heystregn og várregn í tøkum tíma, og ikki letur tær fyriskipaðu innberingarvikurnar svitast hjá okkum. v25  Men alt hetta er nú farið av lagi av atvoldum misgerða tykkara; og syndir tykkara hava skilt tykkum við tað góða. v26  Tí at í fólki mínum finnast gudleysir; teir liggja á loynum og húka eins og fuglamenn; teir leggja snerrur til tess at veiða menn. v27  Eins og fuglabúr fult av fuglum, soleiðis er hús teirra fult av svikum; tessvegna eru teir vorðnir stórir og ríkir; v28  teir eru tjúkkir og feitir og samstundis floytifullir av vándum orðum; tá ið teir døma, dugna teir ikki faðirloysinganum, so at hann fær frama, og rættin hjá fátækum fremja teir ikki. v29  Eigi eg ikki at revsa tílíkar menn og hevna meg inn á tjóð, ið soleiðis ber seg at, sigur Harrin. v30  Øgiligt og ønskriligt er tað, sum verður gjørt í hesum landi. v31  Profetarnir profetera lygn, prestarnir leggja inn undir seg, og fólk mítt vil fegið hava tað at vera soleiðis; men hvat vilja tit gera, tá ið endin kemur?