Jerúsalem verður herjað

v1  Flýggið, tit Benjaminitar, út úr Jerúsalem og tit í Tekoa, blásið í lúðurin og reisið upp merkið yvir Bet-Kerem, tí at ógæva hóttir úr norðuri og mikil oyðing. v2  Eg beini fyri Zions dóttur, hini føgru og fínlátu. v3  Til hennara skulu koma hirðar við fenaði sínum og seta upp tjøld síni kring hana; og hvør teirra skal taka sítt stykki til beitilendi. v4  Halgið tykkum til bardaga móti henni! Farið á føtur, vit skulu gera álop á hádegi! Vei okkum, tí at dagurin tekur at halla, og kvøldskuggarnir togna! v5  Farið á føtur! Vit skulu gera álop á nátt og bróta niður hallir hennara!

Hon er full av valdsgerðum

v6  Tí at so sigur Harri herliðanna: Fellið trø og laðið upp virkisvegg ímóti Jerúsalem. Vei lygnaraborgini, sum er full av valdsgerðum! v7  Eins og vatnið streymar úr brunni, soleiðis streymar vándska frá henni; hjá henni hoyrist um valdsgerðir og kúgan, og sár og skeinur havi eg støðugt fyri eyga. v8  Lat revsing rína á tær, Jerúsalem, so at sál mín ikki vendir sær frá tær, so at eg ikki geri teg at oyðimørk, at óbygdum landi.

Fólkið, ið er villleitt av prestum og svikaprofetum, vil ikki venda við, tí má profeturin boða Guðs dóm yvir tað

v9  So sigur Harri herliðanna: Tín aðru ferð leivdir Ísraels eins og gjørt verður við vínviðin, og lat eina ferð enn eins og víngarðsmaðurin hond tína fara um vínviðargreinarnar! v10  Fyri hvørjum skal eg tala og vitna, so at teir geva ljóð? Sí, teir hava óumskorin oyru og kunnu ikki geva gætur; sí, orð Harrans er vorðið teimum vanvirðisligt og hóvar teimum ikki. v11  Eg eri fullur av vreiði Harrans og móður av at temja hana. Hell hana út yvir barnið á gøtuni og allan unglingaflokkin, tí at hertikin verða bæði kallur og kona, bæði gamlar og ellismenn. v12  Hús teirra, bøur og konur alt skal tað ognast øðrum; tí at eg rætti hond mína út móti íbúgvum landsins, sigur Harrin. v13  Tí at frá tí elsta til hin yngsta royna teir allir eftir vinningi; allir, bæði profetar og prestar fara við svikum. v14  So lættliga grøða teir brek fólks míns við bert at boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti. v15  Ósømdir skulu teir fáa, tí at andstygdir hava teir int; og kortini eru teir ikki lotir og vita ikki, hvat tað er at skammast; tessvegna skulu teir lúta millum teirra, sum falla; tá ið revsing mín rakar teir, skulu teir snáva, sigur Harrin.

Fólkið fer lættliga um syndir sínar og lítur á offur

v16  So sigur Harrin: Takið støðu við vegirnar og rannsakið og spyrjið eftir fyrndargøtunum, har eydnuleiðin man liggja, gangið tit hana; tá skulu tit finna hvíld fyri sálir tykkara. Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! v17  Og eg skipaði teimum varðmenn: Hoyrið lúðrablásturin! Men teir svaraðu: Nei, tað vilja vit ikki! v18  Tessvegna hoyrið tit tjóðir og vitnið ímóti teimum! v19  Og hoyr, tú jørð! Eg lati ógævu koma yvir hetta fólk, ávøkst av fráfalli teirra; tí at orðum mínum góvu teir ongar gætur, og lóg mína einkisvirða teir. v20  Hvat skal mær roykilsi, sum kemur frá Sába, hin frálíka kalmus úr fjarløgdum landi? Í brenniofrum tykkara havi eg ongan tokka, og sláturoffur tykkara hóvar mær ikki. v21  Tí sigur Harrin soleiðis: Sí, eg leggi snávingarsteinar fyri hetta fólk, og teir skulu snáva um teir, bæði fedrar og synir; og granni saman við granna skal farast.

Spádómur um fíggindan úr norðurlandinum

v22  So sigur Harrin: Sí, tjóðflokkur kemur úr norðurlandinum; frá ytstu útryðjum jarðar rísur upp mikil tjóð. v23  Teir bera boga og spjót, og í girnd síni eira teir ongum; rødd teirra ymur sum havdun; og teir ríða á hestum, búnir sum hermenn til bardaga móti tær, Zions dóttur. v24  Vit hava fingið fregn av honum; hendur okkara eru magnleysar; angist hevur tikið okkum, nøtran eins og kona í barnferð. v25  Farið ikki út á víðavang og gangið ikki eftir vegnum, tí at fíggindin hevur svørð, og allar staðir eru ræðslur. v26  Dóttir fólks míns, gyrð teg sekki og velt tær í dusti; harmast og halt bitra sorg eins og eftir einkarson, tí at brádliga skal yvirgangsmaðurin ráðast á okkum!

Fólkið líkt ónýtum málmi

v27  Eg havi sett teg til kannara í fólki mínum til tess at kanna og royna atferð teirra. v28  Treiskir fóru teir allir frá mær; ganga um við sleyi og eru bert kopar og jarn; allir eru teir spillarar. v29  Bjølgurin físti; úr eldinum kom einans blýggj; til einkis er øll bræðan; teir vándu verða tó ikki fráskildir. v30  Burturkastað silvur verða teir nevndir, tí at teimum hevur Harrin havnað.