Framhald

v1  Tá skulu menn, sigur Harrin, taka bein Júdakonga og bein Júdahøvdinga, bein prestanna, profetanna og bein Jerúsalembúgva út úr grøvum teirra v2  og breiða tey út í sólina og fyri mánan og allan himinsins her, sum teir elskaðu og tæntu, sum teir eltu og leitaðu ráð við og tilbóðu; tey skulu ikki verða savnað saman og ikki jarðað, men liggja sum taðfall oman á jørðini. v3  Tá skulu allar tær leivdir, sum eftir eru av hesi spiltu ætt á øllum teimum støðum, har eg havi spjatt tær um, kjósa deyðan fram um lívið, sigur Harri herliðanna.

Ovurmikla trúloysi fólksins

v4  Og tú skalt siga við teir: So sigur Harrin: Man nakar falla og ikki fara aftur á føtur? Ella fer nakar av leið og vendir ikki við aftur? v5  Hví man tá hetta fólkið í Jerúsalem vera fallið frá við ævigum fráfalli? Teir halda á við svikum og vilja ikki venda við! v6  Eg lurti gjølla og lýði á: Teir tala ósannindi; eingin er, ið iðrar seg um vándsku sína og sigur: Hvat gjørdi eg? Við renningarlopum fara teir allir av leið eins og hestar, sum toka fram í stríðið. v7  Sjálvt storkurin uppi í loftinum veit sína ásettu tíð; og turtildúgvan, svalan og tranin halda tíð sína; men fólk mítt kennir ikki rætt Harrans.

Fánýt er vitska frøðimanna

v8  Hvussu kunnu tit siga: Vit eru vitrir, og lóg Harrans er hjá okkum? Av sonnum sigi eg: Einans lygn hevur lygigrifful frøðimanna framt. v9  Hinir vitru verða til skammar, teir ræðast og verða fangaðir. Sí, orði Harrans hava teir havnað; hvønn vísdóm hava teir tá? v10  Tessvegna gevi eg øðrum konur teirra og øðrum harrum markir teirra; tí at frá tí yngsta til hin elsta royna teir allir eftir vinningi, allir bæði profetar og prestar fara við svikum. v11  Teir grøða brekir fólks míns, sum var tað einki fyri, við tað at teir boða frið og aftur frið, tó at friðurin er úti. v12  Ósømdir skulu teir fáa fyri at hava framt andstygdir, kortini eru teir ikki lotir, og skomm bítur ikki á teimum; tessvegna skulu teir lúta millum teirra, ið falla; og tá ið revsing mín rakar teir, skulu teir snáva, sigur Harrin. v13  Eg ætli at bera inn ávøkst teirra, sigur Harrin; men á vínviðinum eru eingi vínber, og á fikutrøunum ongar fikur, og leyvið er følnað.

Ógævan í nánd

v14  Hví sita vit kvirrir? Savnið tykkum saman, og latum okkum halda inn í víggirdu borgirnar og farast har; tí at Harrin, Guð vár, letur okkum farast; hann gevur okkum eiturvatn at drekka, av tí at vit hava syndað móti Harranum. v15  Menn væntaðu frið, men har varð einki gott, væntaðu heilsubótartíðir, men har komu ræðslur. v16  Frá Dán hoyrist froysan av hestum hans, graðhestar hansara neggja, so at landið alt skelvur; teir koma og eta upp landið og alt, sum í tí er, borgina og allar íbúgvar hennara. v17  Tí at eg sendi móti tykkum ormar, høggormar, sum eingin galdrakvøðing vinnur á; og teir skulu bíta tykkum, sigur Harrin.

Profeturin syrgir vegna hana

v18  Einki grøðir sorg mína, hjartað er sjúkt í mær! v19  Hoyr hvussu fólk mítt bønandi rópar úr fjarløgdum landi! Er Harrin ikki í Zion? Hevur hon ongan kong? Hví reittu teir meg við skurðmyndum sínum, við fánýtum fremmandum gudum? v20  Kornið er fingið til høldar og aldinskurður at enda, men vit, vit eru ikki frelstir! v21  Yvir brot fólks míns eri eg sundurbrotin, gangi í sorgarbúna, ræðslur hava gripið meg. v22  Er eingin heilivágur eftir í Gilead, ella er eingin lækni har? Hví kann tá sárið á fólki mínum ikki grógva aftur? (9,1)  Gævi, at høvur mítt var vatn og eygu míni táralind, tá skuldi eg grátið dagar og nætur yvir teir vignu hjá fólki mínum!