v2 Gævi, eg fekk í oyðimørkini vallaraherbergi, tá hevði eg rýmt frá fólki mínum, farið langt frá teimum, tí at allir eru teir horkallar, svíkjaraflokkur. v3 Eins og boga spenna teir tungu sína; við lygn og ikki við sannleika hava teir fingið valdið í landinum; vándsku oman á vándsku fremja teir, og meg vita teir einki um, sigur Harrin. v4 Varið tykkum hvør fyri øðrum og lítið ikki á nakran bróður; tí at svikafullur er hvør bróðir, og hvør vinur gongur við sleyi. v5 Teir lumpa hvør annan, og sannleika tala teir ikki; tungu sína venja teir til at lúgva; teir eru farnir skeivar leiðir og vilja ikki venda við aftur. v6 Valdsgerð oman á valdsgerð og svikráð oman á svikráð! og meg vilja teir ikki kennast við, sigur Harrin. v7 Tí sigur Harri herliðanna: Sí, eg skal bræða teir og royna teir, tí at eg má taka mær um reiggj við fólki mínum. v8 Drepandi ørv er tunga teirra, og við munninum tala teir svik; teir tala blídliga við næsta sín; men í barmi hýsa teir svikráðum. v9 Skal eg ikki revsa tílíkar menn, sigur Harrin, og hevna meg inn á fólk, ið soleiðis ber seg at? v10 Á fjøllunum eg gráti og stynji, hevji harmljóð yvir grønurnar í oyðimørkini, tí at tær eru svidnar, so at eingin maður fer um har; og einki djór hoyrist ýla har; bæði fuglar himinsins og djóraflokkarnir eru rýmdir og farnir. v11 Og eg geri Jerúsalem at grótrúgvum, at hølum hjá skógarskrímslum, og Júda borgir geri eg at oyði, har eingin býr.
v12 Hvør er so vitur, at hann skilir hetta? Og hvør er tann, sum Harrin hevur talað við, so at hann kann kunngera, hví landið er oytt og avsviðið eins og oyðimørkin, har eingin fer um? v13 Men Harrin segði: Av tí at teir hava sagt burtur lóg mína, sum eg legði fyri teir, og ikki lýtt rødd míni og ikki lurtað eftir henni, v14 men hava farið eftir treiski hjarta síns og elt Báalarnar, sum fedrar teirra høvdu kent teimum at dýrka, v15 tí sigur Harri herliðanna, Ísraels Guð, soleiðis: Sí, eg gevi hesum fólki malurt at eta og eiturvatn at drekka v16 og spjaði teir um millum tjóða, sum hvørki teir ella fedrar teirra hava kent; og eg lati svørðið elta teir, til eg havi aloytt teir.
v17 So sigur Harri herliðanna: Verið hygnir! Heitið á grátukonur, at tær skulu koma, og sendið boð eftir skilakonum, at tær skulu koma v18 og alt í einum hevja harmljóð yvir okkum, so at eygu okkara flóta í tárum, og vatnið streymar av hvørmum okkara. v19 Tí at neyðarróp hoyrast frá Zion: Hvør eru vit illa farnir og sáran til skammar vorðnir! Ja, úr landinum mega vit rýma, tí at bústaðir okkara hava teir sorlað. v20 Hoyrið tí, tit konur, orð Harrans og latið orð av munni mínum rína við oyru tykkara og kennið døtrum tykkara sorgarløg og hvør øðrum harmljóð! v21 Deyðin er stigin upp í gluggar okkara, er komin inn í hallir okkara; hann týnir børn av gøtum og unglingar av torgum. v22 So sigur Harrin: Sum tøð á vølli liggja deyðir menn, eins og legdir eftir akurskurðarmann, ið eingin bindur í bundi.
v23 So sigur Harrin: Hin vitri skal ikki rósa sær av vitsku síni, hin sterki ikki av styrki síni og hin ríki ikki av ríkidømi sínum; v24 nei, tann sum vil rósa sær, hann rósi sær av, at hann hevur vitsku til at kenna meg, at tað eri eg, Harrin, sum inni miskunnsemi, rætt og rættlæti á jørðini; tí at í tílíkum havi eg tokka, sigur Harrin.
v25 Sí, dagar munnu koma, sigur Harrin, tá ið eg heimsøki allar umskornar, ið kortini eru óumskornir, v26 Egyptar og Júdamenn, Edómitar, Ammonitar og Móabitar og allar jaðarkliptar, ið búgva í oyðimørkini; tí at heidningarnir eru allir óumskornir, men alt Ísraels ættarkyn hevur óumskorið hjarta.