Job spyr, hví hann skal líða. Guði gagnar tað ikki

v1  Sál míni býður lív mítt ímót, eg vil tí geva klagu míni fríar ræsur, eg vil tala í sálarmóði mínum. v2  Eg vil siga við Guð: Døm meg ikki! Lat meg vita, hví tú stríðist við meg! v3  Er tær nakað gagn í, at tú innir vald, at tú havnar tí verki, tínar hendur hava gjørt, men letur ljós skína yvir ráðum teirra gudleysu? v4  Eru eygu tíni holdlig? Sært tú eins og maður sær? v5  Eru dagar tínir sum mansins dagar, ella eru ár tíni eins og mansævi, v6  við tað at tú leitar eftir misgerð míni og sóknast eftir synd míni, v7  tó at tú veitst, at eg eri ikki sekur, men úr tíni hond er eingin, ið bjargar?

Um Guð hevur skapað Job bara til líðingar, vildi hann ikki verið borin í heim

v8  Hendur tínar hava skapað meg og myndað meg, allan sum eg eri, og nú ætlar tú at týna meg! v9  Minst tó til, at tú myndaði meg sum leir, og nú vilt tú gera meg aftur til mold! v10  Lætst tú meg ikki hella út sum mjólk og lætst meg storkna eins og ost? v11  Tú klæddi meg í húð og hold og flættaði meg saman við beinum og sinum. v12  Lív og lívsmegi gavst tú mær, og umsjón tín varðveitti andadrátt mín. v13  Og so fjaldi tú tó hetta í hjarta tínum – eg veit, at tú hevði tað í hyggju –: v14  Um eg syndaði, tá gavst tú mær gætur og fyrigavst mær ikki misgerð mína. v15  Um eg var sekur, tá vei mær! Og var eg rættvísur, tá skuldi eg tó ikki bera høvur mítt hátt, men verða mettur av skemd og settur av eymd. v16  Var eg andbráður, tá elti tú meg sum ljónið og fórt aftur undarliga við mær. v17  Tú førdi fram nýggj vitni móti mær, økti vreiði tína móti mær og sendi móti mær her eftir her! v18  Hví dróst tú meg tá úr móðurlívi? Eg átti at hava andast, áðrenn nakað eyga sá meg; v19  eg átti at verið, eins og eg aldri hevði verið til, verið borin til gravar frá móðurlívi.

Nú má Guð lætta Job, áður enn hann doyr

v20  Eru ikki lívsdagar mínir fáir? Slepp mær tí, at eg kann gleðast eitt sindur, v21  áðrenn eg fari burtur – og komi aldri aftur – í land myrkurs og niðu, v22  land bølamyrkurs sum um miðja nátt, niðu og skipanarloysis, har sum ljósið sjálvt er sum svarta nátt.«