v1 Tá tók Zofar Náamatiti til orða og mælti: v2 »Skal gabbarin ikki fáa svar, skal orðabrasksmaðurin hava rætt? v3 Skulu menn tiga til orðageip títt? Skalt tú spotta og eingin gera teg til skammar?
v4 Tú sigur: »Sakleys er atferð mín, og eg eri reinur í eygum hans!« v5 Men vildi Guð bert tala, lata upp varrar sínar móti tær, v6 kunngera tær loyndardómar vísdómsins, tí at margfaldur er hann í síni grund; tá mundi tú fáa at vita, at Guð hevur gloymt tær nakað av tíni skuld! v7 Hevur tú funnið til botns í Guði ella ert komin til ytstu mark hins alvalda? v8 Hægri er hann enn himinin hvat kanst tú? Djúpari enn helheimurin hvat veitst tú? v9 Hann er longri enn jørðin í vídd og breiðari enn havið. v10 Um hann stígur fram og fongslar, stevnir til dóms, hvør steðgar honum? v11 Tí hann kennir lygimenninar, órætt sær hann og gevur honum far, v12 so at høvurtómur maður verður vitur, og villasnafylið verður endurføtt sum menniskja.
v13 Um tú vilt búgva hjarta títt til og breiða út hendur tínar móti honum, v14 um órættur er fjart frá tíni hond, og misgerð ei heldur til í tjaldi tínum, v15 ja, tá kanst tú lýtaleysur lyfta ásjón tíni, standa fastur og ikki tørva at óttast; v16 ja, tá skalt tú gloyma møði tína, minnast hana bert sum vatn, ið runnið er burtur; v17 lív títt skal renna upp bjartari enn middagssólin, myrkrið skal verða sum dagsbrún. v18 Tryggur skalt tú vera, tí at nú er vón, tú lítur teg um og legst óttaleysur til hvíldar; v19 tú liggur, og eingin órógvar teg, og mangir vilja fegnir vinna yndi títt. v20 Men eygu teirra gudleysu kámast; øll skjól teirra eru farin, einasta vón teirra er at geva upp andan.«