v1 Tá svaraði Job og segði: v2 »Jú, sanniliga, tit eru rættu menninir, við tykkum man vísdómurin doyggja út! v3 Eisini eg havi vit eins og tit, eg standi ikki til afturs fyri tykkum, og hvør er hann, ið ikki veit slíkt?
v4 Til láturs fyri vin sín verður tann, ið kallaði á Guð og fekk svar, til láturs er rættvísur maður. v5 Sakleysir í ólukku falla, hin tryggi vanvirðir vandan, hans fótur stendur fast, so leingi tað er freist. v6 Valdsmanna tjøld standa í friði, tryggir eru teir, sum eggja Guð til vreiði, tann, ið ber gud sín í hendi sær.
v7 Spyr tú neytini, tey skulu læra teg, himmalsins fuglar, teir skulu greina tær, v8 ella tala til jørðina, hon skal læra teg, og havsins fiskar, teir skulu siga tær tað! v9 Hvør av teimum øllum veit ikki tað, at hond Harrans hevur hetta skapað, v10 hann, sum hevur sálina í øllum livandi í síni hond og andan í hvørjum manslikami!
v11 Roynir ikki oyrað orðið, eins og gómurin smakkar matin? v12 Er aldurdómur tað sama sum vísdómur, langir lívsdagar tað sama sum skyn? v13 Hjá honum eru vísdómur og veldi, hjá honum eru ráð og skyn.
v14 Tá ið hann rívur niður, verður ikki upp aftur bygt; tá ið hann setir mann fastan, verður ikki upplatið. v15 Tá ið hann byrgir fyri vøtnunum, torna tey upp; tá ið hann loypur teimum, grópa tey jørðina upp. v16 Hjá honum er máttur og vitska; hans verk er bæði tann, ið villist, og tann, ið villir. v17 Hann førir ráðharrar burtur naknar, og dómarar ger hann til dárar. v18 Hann loysir konganna fjøtur og bindur reip um teirra egnu lendar. v19 Hann førir prestar burtur naknar og oyðir út eldgamlar ættir. v20 Hann tekur málið frá orðkringum monnum og vitið frá teimum gomlu. v21 Hann oysir út háð yvir høvdingar og loysir upp beltið hjá teimum sterku. v22 Hann leiðir hitt hulda fram úr myrkrinum og dregur niðuna fram í ljósið. v23 Hann økir fólkini og oyðir tey, breiðir út fólkasløg og leiðir tey aftur burtur. v24 Hann tekur vitið frá heimsins høvdingum og letur teir villast á vegleysum oyðum. v25 Teir trilva í myrkri uttan ljós og vingla eins og druknir.