Framhald av svari Jobs: Vinirnir verja Guð við lygn. Guð skal revsa teir

v1  Sí, alt hetta hevur eyga mítt sæð og oyra mítt hoyrt og givið tí far. v2  Tað, sum tit vita, tað veit eg við, eg standi ikki til afturs fyri tykkum. v3  Men við hin alvalda vil eg tala, havi hug at taka upp trætumál við Guð, v4  meðan tit tvinna saman lygnir, ódugnalæknar sum tit eru allir samlir! v5  Gævi, at tit kundu steintagt, so kundu tit verið hildnir at vera vísir! v6  Hoyrið klagumál mítt og lýðið á ásakanir varra mína! v7  Vilja tit verja Guð við lygn og veita honum vørn við sviki? v8  Vilja tit gera mismun við honum ella bera í bøtuflaka fyri Guð? v9  Gongst tykkum væl, tá ið hann rannsakar tykkum, kunnu tit svíkja hann, sum tey svíkja mann? v10  Nei, harðliga skal hann revsa tykkum, um tit gera mismun í loyndum. v11  Hátign hans skal ræða tykkum og ræðsla fyri honum falla á tykkum. v12  Merkisorð tykkara eru orðtøk av øsku, skildir tykkara skildir av leiri.

Job fúsur til at hava sakarmál við Guð, men fyrst má Guð loysa hann úr pínslum

v13  Tegið og latið meg fáa frið, at eg kann tala, so standist mær hvat av, ið má! v14  Eg vil bera hold mítt í tonnunum og leggja sál mína í lógva mín. v15  Sí, hann vil meg drepa, eg bíði honum, tó skal eg verja atferð mína fyri andliti hans. v16  Eisini tað skal vera mær til hjálpar, tí at eingin vanheilagur kemur fram fyri andlit hans. v17  Gevið nú orði mínum ljóð, latið meg tala, so tit hoyra! v18  Sí, eg havi fyribúgvið rættarmálið, eg veit, at eg skal fáa rætt! v19  Hvør er hann, ið torir at træta við meg? Tá skuldi eg tagt og givið upp andan. v20  Men tveir lutir mást tú ikki gera við meg, tá skal eg ikki fjala meg burtur fyri andliti tínum: v21  Hond tína mást tú taka burtur frá mær, og ræðslur tínar mega ikki ræða meg!

Job skilir ikki, hví Guð revsar hann so harðliga

v22  Kalla so, og eg skal svara, ella eg skal tala, og tú skalt svara! v23  Hvussu stór er tá søk mín og synd? Lat meg vita misgerð mína og synd! v24  Hví fjalir tú andlit títt og heldur meg vera fígginda tín? v25  Vilt tú styggja burtur fokið blað og renna eftir følnaðum strái, v26  tá ið tú skrivar mær so beiska sekt og letur meg arva syndir ungdóms míns, v27  leggur føtur mínar í stokkin, gáar um allar vegir mínar, avmarkar fótafet míni? v28  Og so er hann tó líkur fúnaðum viði, líkur møletnum plaggi.