v1 Maðurin, føddur av konu, hans ævi er stutt, hann mettast av órógv; v2 hann sprettur eins og blóma og følnar, fer burtur eins og skuggi og stendur ikki við. v3 Og yvir slíkum heldur tú eygum tínum opnum og dregur hann fyri dóm hjá tær! v4 Ja, kundi reinur komið av óreinum! Nei, ikki ein! v5 Tá ið dagar hans eru ásettir, mánaða tal hans skilað til hjá tær, og tú hevur sett honum mark, sum hann ikki sleppur um, v6 so hygg tú av honum, lat hann fáa frið, so at hann má gleðast um dag sín eins og bønarmaður!
v7 Tí at fyri træinum er vón: Verður tað høgt, sprettur tað aftur, ikki tróta tí nýggir angar; v8 um so rótin eldist í jørðini, og stovnurin doyr í moldini, v9 fær tað tev av vatni, so sprettur tað av nýggjum, og á tað koma greinar eins og á gróðurkvisti. v10 Men doyr maðurin, tá liggur hann flatur, og andast menniskjan, hvar er hon tá? v11 Eins og tað rennur úr einum vatni, og áin minkar og tornar upp, v12 soleiðis legst maðurin og reisist ikki aftur, til himnarnir farast, vaknar hann ikki, aldri hann verður vaktur úr svøvni sínum.
v13 Á gævi tú goymdi meg í helheimi, fjaldi meg, til vreiði tín er av, gavst mær eina freist og síðan mintist til mín! v14 Um maður doyði fyri aftur at livna, tá bíðaði eg í treysti allar stríðsdagar mínar, til loysunartíð mín kom. v15 Tú skuldi kalla, og eg skuldi tær svara tær skuldi leingjast eftir verki handa tína. v16 Harímót telur tú nú hvørt fótaspor mítt og fyrigevur ikki synd mína. v17 Misbrot míni liggja innsiglað í pokanum, yvir søk míni hevur tú latið aftur.
v18 Nei, eins og bergið molnar og rapar, og kletturin verður fluttur av grundini, v19 eins og vatnið holar steinar, og gloppregnið skolar burt mold, soleiðis hevur tú gjørt mansins vón til einkis. v20 Tú slært hann til jarðar med alla, hann fer burtur; tú skemmir hans ásjón og rekur hann burtur. v21 Koma børn hansara til heiðurs, hann veit tað ikki, verða tey vanvird, hann verður tess ikki varur; v22 bert hans egna likam kennir líðing hans, bert hans egna sál kennir sorg hans.«