v1 Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði: v2 »Man vísmaður svara við vindkendum viti og fylla barm sín við eystanstormi v3 fyri at verja seg við røðum, ið einki gagna, við orðum, ið einki duga? v4 Tess uttan rívur tú gudsóttan niður og brýtur tað fyrilit, sum sømir fyri Guði. v5 Tí at synd tín leggur tær orð í munn, tú talar eins og svikafullir tala. v6 Muður tín dømir teg, ikki eg, varrar tínar vitna móti tær! v7 Vart tú fyrstur av monnum, ið varð føddur. Vart tú borin í heim, áðrenn heyggjarnir vóru til? v8 Hevur tú lurtað eftir, tá ið Guð hevði ráðagerð, og hevur tú rænt vísdóm til tín? v9 Hvat veitst tú, sum vit ikki vita, hvat skilir tú, sum vit ikki kenna? v10 Eisini oldingur, eisini gráhærdur maður er okkara millum, sum hevur fleiri dagar á baki enn faðir tín. v11 Er troyst frá Guði tær ov lítil, tað orðið, hann hóvliga talaði til tín? v12 Hví letur tú hug tín eggja teg, hví rennir tú eygu tíni so illa? v13 Tí at tú vendir vreiði tíni mót Guði og letur slík orð fara út úr munni tínum. v14 Hvat er menniskjan, at hon kann vera rein, og kvennaføddur hava rætt? v15 Sí, á sínar heilagu lítur hann ikki, og í eygum hans er ikki himmalin reinur. v16 Hvat tá hin andstyggiligi, hin vándi, maðurin, ið drekkur órætt eins og vatn!
v17 Eg skal teg læra, hoyr tú meg, og tað, sum eg havi sæð, frá tí skal eg siga, v18 tað, sum vísmenn hava kunngjørt og fedrar teirra ikki hava dult, v19 teimum eina var landið givið, og eingin fremmandur ferðaðist teirra millum: v20 Allar dagar sínar livir hin gudleysi í ótta, øll tey ár, ið eru valdsmanninum goymd. v21 Ræðslurøddir ljóða í oyrum hans, í friðartíðum er oyðarin eftir honum. v22 Hann trýr ikki, at hann kemst undan myrkrinum, og hann er lagdur niðurfyri undir svørðið. v23 Hann er ætlaður gammum til føði, hann veit, at hann er komin til fals. v24 Myrkursins dagur skal ræða hann, trongd og angist skulu ganga á hann eins og kongur, sum búgvin er til stríð. v25 Tí at hond sína rætti hann út móti Guði og reistist stívur móti hinum alvalda, v26 hann rann móti honum, nakkafattur, við sínum tjúkku, bungutu skjøldum. v27 Tí at hann huldi andlit sítt við fiti og legði hold um lendar sínar, v28 settist niður í bygdum, sum oyddar lógu, í húsum, sum eingin mátti búgva í, ætlað at liggja avtoftað. v29 Hann verður ikki ríkur, og ognir hans vara ikki við, og kornøks hans bogna ikki til jarðar. v30 Hann kemst ikki undan myrkrinum, sólarhitin svíður greinar hans av, og blóma hans ferst av vindi. v31 Hann líti ikki á fáfongd hann verður svikin ; tí at fáfongd verður løn hans! v32 Í ótíð følnar bulur hans, og pálmagrein hans skal ikki grønkast; v33 hann ristir av sær berini eins og vínviðurin, og kastar av sær blómurnar eins og oljutræið. v34 Tí at syndara samfelag er ófruktbart, og eldur oyðir muturstjøld; v35 teir ganga kvidnir við møði, føða órætt, og móðurlív teirra elur svik!«