v1 Tá svaraði Job og segði: v2 »Eg havi hoyrt nóg mikið av slíkum, møðiligir uggarar eru tit allir samlir! v3 Helmar orðavindurin ongantíð í? Hvat hevur fingið teg til at svara? v4 Eg kundi talað eins og tit, um tit vóru í mínum staði, snúgvað orðum mínum móti tykkum og rist við høvdinum at tykkum, v5 styrkt tykkum við munni mínum og ikki spart eymkandi orðum. v6 Um eg tali, tá linnar ikki kvøl mín, og um eg tigi, hvønn lætta fái eg tá?
v7 Tó, nú hevur hann møtt meg út, alt húski mítt hevur tú oytt v8 hevur nívt meg, og tað er vitni móti mær; sjúkdómur mín vitnar móti mær. v9 Vreiði hans slítur meg sundur og eltir meg, hann bítur á kampi móti mær, fíggindarnir hvessa eyguni at mær. v10 Teir tamba upp gapið móti mær, geva mær skemdarhøgg á kinn og tyrpast í flokk uttan um meg. v11 Guð gav meg upp til misgerðarmenn, kastaði meg í hendur á gudleysum. v12 Eg livdi í friði, tá breyt hann meg sundur, hann tók meg í nakkan og sorlaði meg; hann setti meg upp sum eitt skotmál, v13 ørvar hans um meg fljúgva, uttan at eira sker hann nýru míni sundur og tømir út gall mítt til jarðar. v14 Skarð eftir skarð brýtur hann í meg, eins og hermaður herjar hann á meg. v15 Sekk havi eg seymað um húð mína og borað horn míni niður í moldina. v16 Andlit mítt er trútið av gráti, myrkur liggur yvir eygnalokum mínum, v17 tó at tað ikki er órættur í míni hond, og bøn mín er rein!
v18 Jørð, fjal tú ikki blóð mítt, og klaga mín fái einki íhald! v19 Longu nú er vitni mítt á himnum, og verji mín í hægstu hæddum. v20 Gævi, at vinur mín var at hitta! Grátandi lítur eyga mítt til Guðs, v21 at hann dømir millum menniskju og Guðs, millum mannin og vin hans; v22 tí at hini tøldu árini líða, og eg skal fara ta leið, sum eg ikki komi aftur.