v1 Andi mín er farin, lív mítt sloknað, gravir bíða mín. v2 Vissuliga, spottarar eru rundan um meg, og harmiligt er tað, sum eyga mítt má skoða. v3 Set veð fyri meg hjá tær! Hvør skal annars taka í hond mína? v4 Tí at tú stongdi hjørtu teirra fyri viti, tessvegna vilt tú ikki hevja teir upp. v5 Tann, sum svikaliga letur vinir sínar til ræningar, á sonum hans skulu eyguni slokna. v6 Tú hevur gjørt meg til orðtak millum manna, jartekin eg eri vorðin fyri teim; v7 eyga mítt er dapurt av harmi, sum skuggi eru allir mínir limir. v8 Rættvísir øtast við slíkt, og hin sakleysi ilskast um hin vánda; v9 men hin rættvísi gongur sína leið, og tann, ið reinar hevur hendur, styrknar enn meira. v10 Men tit, komið tit bert allir higar aftur, ongan finni eg vísmann tykkara millum. v11 Dagar mínir líða at deyða, hjartans ætlanir mínar eru brostnar; v12 náttina geri eg til dag, ljósið fyri framman meg er myrkur; v13 tá ið eg vóni, fái eg tó hús mítt í helheimi, í myrkrinum reiði eg legu mína. v14 Tá ið eg kalli grøvina »faðir mín«, og maðkarnar »móður mína og systur«, v15 hvar er tá vón mín, og hvør kann tá eygna lukku mína? v16 Munnu tær vilja fylgja mær oman í helheim, skulu saman vit fara til moldar?«