Onnur tala Bildads: Job heldur ov lítið um vinirnar og ov nógv um sjálvan seg

v1  Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: v2  »Halt tó uppat við orðum tínum, sissast, og lat okkum tala! v3  Hví skulu vit verða roknaðir fyri neyt, sum ómælandi í eygum tínum? v4  Tú, sum slítur sál tína sundur í vreiði tíni, – skal fyri tína skuld jørðin gerast oyðin og fjallið flytast úr sínum staði?

Lagna teirra gudleysu

v5  Nei, ljós hins gudleysa sloknar, og eldslogi hans lýsir ikki; v6  ljósið myrknar í tjaldi hans, lampan sloknar uppi yvir honum; v7  tey treystu stig hans styttast, hans egnu ráð fáa hann at falla; v8  fótur hans verður dreivaður í netið, hann gongur seg fastan í garnið; v9  fellan tekur um hælin á honum, lykkjan rubbast saman um hann; v10  snerran er fjøld fyri hann á jørðini, fjøtur eru fyri honum á veginum; v11  ræðslur ræða hann runt íkring og styggja hann fyri hvørt stig; v12  ógævuni sveingist eftir honum, undirgangur bíðar eftir falli hans; v13  hann skal eta limirnar á likami hans, ja, deyðans frumburður skal eta limir hans; v14  hann verður burturryktur úr tjaldi sínum, sum var hans treyst, og hann skal verða beindur til ræðslukongin; v15  í tjaldi hans heldur undirgangur til, svávul verður stroyddur yvir bústað hans; v16  í neðra torna røtur hans, í erva følna greinar hans; v17  minnið um hann hvørvur av jørðini, navn hans er ikki nevnt úti á gøtum, v18  tey koyra hann úr ljósinum út í myrkrið og reka hann burtur av jarðarríki; v19  hvørki børn ella ætt hevur hann í fólki sínum, í heimbýli hans er eingin undansloppin. v20  Vestanmenn eru ovfarnir av forlagadegi hans, og eystanmenn øtast. v21  Ja, soleiðis gongst bústaði hins vánda, heimi hans, ið ikki kennir Guð.«