Job svarar: Hjartaloysi vinanna

v1  Tá svaraði Job og segði: v2  »Hvussu leingi vilja tit sál mína meina, og berja meg sundur við orðum? v3  Tíggju ferðir hava tit nú háðað meg, tit skammast ikki fyri at fara illa við mær. v4  Havi eg í roynd og veru gjørt skeivt, og hongur misgerð uppi í mær? v5  Ella vilja tit reiðuliga gerast stórir móti mær og seta at mær við háð?

Trúloysi vinanna og vónloysi Jobs

v6  So vitið tá, at Guð hevur boygt meg niður og hevur ringað net sítt um meg. v7  Sí, eg rópi: »Valdsgerð!« men fái einki svar, eg kalli á hjálp, men eingin rættur er. v8  Hann hevur byrgt veg mín, so eg sleppi ikki fram, og lagt myrkur um leiðir mínar. v9  Hann hevur latið meg úr heiðuri mínum og tikið krúnuna av høvdi mínum. v10  Hann hevur brotið meg niður allar staðir, so at eg má burtur, og slitið upp vón mína eins og træið. v11  Vreiði hans logar móti mær, hann heldur meg vera fígginda sín. v12  Í felagi koma skarar hans fram og halda ferð síni móti mær, teir seta herbúðir sínar kring tjald mítt. v13  Brøður mínir eru farnir frá mær, vinir mínir vilja ikki vita av mær, v14  næstingar mínir og kunningar halda sær burtur, húsfólk míni hava gloymt meg; v15  arbeiðiskonur mínar rokna meg fyri fremmandan, eins og ókunnigur maður eri eg í eygum teirra; v16  rópi eg á træl mín, svarar hann ikki, eg má bøna og biðja hann við munni mínum; v17  konu míni stendst við anda mín, ein dampur eg eri fyri mínum egnu brøðrum; v18  sjálvt óvitadreingir vanvirða meg, tá ið eg reisist, spotta teir meg. v19  Allir mínir lagsmenn hava mótboð av mær, og teir, ið eg elskaði, venda sær frá mær. v20  Beinini hanga føst í húð míni, við holdinum í tonnunum komst eg undan. v21  Várkunn, várkunn, tit vinir mínir, tí at hond Guðs hevur rakt meg! v22  Hví elta tit meg við eins og Guð og verða ei mettir av holdi mínum?

Men kortini væntar hann at síggja Guð sær við lið sum hjálparmann

v23  Gævi at orð míni vórðu skrivað upp, vórðu ritað í bók, v24  við jarngrifli og blýggi, høgd í klett fyri allar ævir! v25  Men eg veit, at loysnari mín livir, yvir dustið skal málsmaður rísa upp. v26  Tá ið húð mín er burturtærd, skal eg tó frá holdi mínum skoða Guð, v27  sum eg skal síggja mær við lið; hann skulu eygu míni síggja og ongan fremmandan! Nýru míni farast inni í mær!

Tá skulu vinirnir koma til at kenna Guðs vreiði

v28  Tá ið tit siga: »Hvør vit skulu hann elta, eftir rótini til málið vilja vit kanna hjá honum!« v29  Tá varið tykkum fyri svørðinum, tí at vreiði verður hevnd við svørði, til tess at tit mega sanna, at dómur er til!«