v1 Einaferð búði maður í Uz-landi, sum æt Job. Hann var sakleysur og rættiligur maður, sum óttaðist Guð og varnaðist hitt illa. v2 Hann átti sjey synir og tríggjar døtur, v3 og ogn hansara var sjey túsund smalur, trý túsund kamelar, fimm hundrað pør av oksum, fimm hundrað øsnur og ógvuliga nógvir trælir, so at hann var hin mætasti maður av øllum eysturlendingum. v4 Synir hansara vóru vanir at halda veitslu heima hjá sær, hvør sín dag; og teir sendu boð og buðu teimum trimum systrum sínum at eta og drekka við sær. v5 Men tá ið so eitt umfar av veitsludøgum var liðugt, sendi Job boð eftir sonunum og halgaði teir, og tíðliga á morgni ofraði hann brennioffur, eitt fyri hvønn einstakan av teimum. Tí at Job hugsaði: »Tað kann vera, at synir mínir hava syndað og bannað Guði í hjørtum sínum.« Soleiðis gjørdi hann hvørja ferð.
v6 Nú bar so til ein dag, at synir Guðs komu og stigu fram fyri Harran, og teirra millum kom eisini Sátan. v7 Harrin spurdi Sátan: »Hvaðan kemur tú?« Sátan svaraði Harranum: »Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.« v8 Harrin spurdi tá Sátan: »Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin er hansara líki á jørðini, slíkur sakleysur og rættiligur maður hann er, sum óttast Guð og varnast hitt illa.« v9 Men Sátan svaraði Harranum: »Man Job óttast Guð fyri einki? v10 Hevur tú ikki laðað verndargarð um hann og hús hansara og alt, sum hann eigur, allar vegir íkring? Alt yrki av hondum hansara hevur tú signað, og fenaður hansara breiðir seg um landið. v11 Men rætt tú út hond tína og nem við alt, sum hann eigur tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær!« v12 Tá segði Harrin við Sátan: »Sí, alt, sum hann eigur, er í tínum valdi; bert á hann sjálvan mást tú ikki leggja hond tína.« So fór Sátan burtur frá andliti Harrans.
v13 Tá ið so ein dagin synir hansara og døtur ótu og drukku í húsinum hjá elsta bróðurinum, v14 kom sendiboð til Jobs og segði: »Oksarnir gingu fyri plógnum og øsnurnar vóru á biti tætt hjá teimum, v15 tá komu Sábear eftir teimum og tóku tey; húskallarnar høgdu teir niður við svørði; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.« v16 Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom ein annar og segði: »Guðs eldur fell niður av himni, festi í millum smalurnar og smaludreingirnar og kolaði tey upp; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.« v17 Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom tann triði og segði: »Kaldear komu í trimum flokkum, fóru eftir kamelunum og tóku teir; húskallarnar høgdu teir niður við svørði; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.« v18 Áðrenn hann var liðugur at siga frá, kom tann fjórði og segði: »Synir tínir og døtur ótu og drukku í húsinum hjá elsta bróður sínum, v19 tá brast á ein ódnarstormur eystaneftir úr oyðimørkini, og hann tók í øll fýra hornini á húsinum, so at tað datt oman yvir hesi ungmennini, og tey doyðu; eg einsamallur komst undan til at bera tær boðini.« v20 Tá reistist Job, skræddi skikkju sína sundur, skar hárið av høvdinum, kastaði seg niður á jørðina, tilbað v21 og segði: »Nakin kom eg úr móðurlívi, og nakin fari eg hagar aftur; Harrin gav, og Harrin tók, Harrans navn veri lovað!« v22 Í øllum hesum syndaði Job ikki og klagaði ikki Guð fyri nakað rangt.