Job svarar: Hvussu greiða vinirnir tað, at gudleysum ofta gongst væl allar ævidagar sínar?

v1  Tá svaraði Job og segði: v2  »Gevið væl orðum mínum ljóð og latið tað vera ugganina frá tykkum! v3  Unnið mær tað, at eg fái talað, síðan kunnu tit so háða! v4  Klagi eg um menniskjur? Ella hví skuldi eg ikki vera ótolin? v5  Lítið til mín og ógvist við, og leggið hond á munn! v6  Tá ið eg hugsi um tað, má eg øtast, og skjálvti fer mær um kroppin. v7  Hví sleppa gudleysir at liva, verða gamlir, ja, mennast? v8  Ætt sína hava teir verandi hjá sær, avkom sítt fyri eygunum á sær; v9  hús teirra standa í friði og uttan ótta, Guðs koyril kemur ikki niður á teir; v10  tarvur teirra springur, og tað miseydnast ikki, kúgv teirra kálvar og verður ikki kálvskotin; v11  teir sleppa dreingjum sínum út sum seyðafylgi, børn teirra hoppa og leika; v12  teir syngja til bumbu og sitara, og gleðast við ljóðið av floytu; v13  teir liva dagar sínar í lukku og fara í friði niður til heljar, v14  tó at teir søgdu við Guð: »Far tú frá okkum, at kenna vegir tínar hugnar okkum ikki! v15  Hvat er hin alvaldi, at vit skulu tæna honum? Hvat gagn er okkum í at heita á hann?« v16  Er ikki lukka teirra í teirra egnu hond, og ráð teirra gudleysu langt burtur frá honum? v17  Nær sloknar lampan hjá gudleysum? Nær kemur ógævan yvir teir? Nær skiftir hann sundur lut teirra í vreiði síni, v18  so at teir verða sum strá fyri vindi, sum dumba, ið fýkur burtur í stormi? v19  Goymir Guð børnum hansara ógævu hansara? Lat hann endurgjalda honum sjálvum, so hann fær tað at kenna; v20  lat hann sjálvan fáa sítt óhapp at síggja og vreiði hins alvalda at drekka! v21  Tí at hvat leggur hann í hús sítt eftir seg, tá ið mánaða tal hans er fylt? v22  Kann nakar læra Guð vitsku, hann, sum dømir hinar hægstu verur? v23  Ein doyr í hægstu vælferð, fullkomiliga tryggur og sorgleysur; v24  biði hans eru full av mjólk, og í beinunum er digagóður mergur. v25  Annar doyr við beiskari sál og hevur ongantíð notið nakra lukku. v26  Teir leggjast báðir í moldina, og maðkarnir hylja teir báðar. v27  Sí, eg veit væl hugsanir tykkara og svikaráð tykkara móti mær, v28  tá ið tit siga: »Hvar er stórmanshúsið, og hvar er tjaldið, sum hinir gudleysu búgva í?« v29  Hava tit ongantíð spurt ferðafólk, og frásagnir teirra munnu tit ikki avsanna: v30  Á skaðadegi verður hin vándi spardur, á vreiðidegi verður hann bjargaður. v31  Hvør setir at honum fyri atferð hans, hvør lønir honum aftur tað, ið hann ger? v32  Til gravar verður hann borin, við gravarheyggj hans vakt verður hildin; v33  søtan svevur hann undir torvu í dali, og eftir hann fylgja allir menn, eins og óteljandi eru farnir undan honum. v34  Hvør tóm er uggan tykkara! Og svar tykkara – eina svikið er eftir!«