Triðja tala Elifazar: Vándskapur Jobs er mikil

v1  Tá tók Elifaz Temaniti til orða og segði: v2  »Er maðurin Guði at gagni? Nei, vitur maður gagnar sær sjálvum. v3  Er tað hinum alvalda nakar hugnaður, at tú ert rættvísur, ella nakar vinningur, at tú fert rættiliga at? v4  Er tað gudsótta tín, hann revsar, og fyri hann, at hann fer við tær fyri dóm? v5  Er ikki vándskapur tín mikil og misgerðir tínar uttan enda?

Hann hevur verið hjartaleysur móti neyðstøddum

v6  Tí at uttan orsøk pantaði tú brøður tínar og lætst tey úr, ið vóru illa klædd; v7  ikki gavst tú hinum móða vatn at drekka, og hinum svanga sýtti tú breyð. v8  Hin máttmikli – hann átti landið, hin háttvirdi búði í tí. v9  Einkjur koyrdi tú tómhentar burtur, og armarnar á faðirleysum breytst tú. v10  Fyri tað eru snerrur uttan um teg, og hevur ræðsla brádliga tikið teg. v11  Ljós títt gjørdist myrkur, tú kanst ikki síggja, og vatnflóðir skola yvir teg!

Ikki mætari enn gudloysingar í forðum, sum Guð revsaði

v12  Er Guð ikki í hægsta himni? Hygg at ovastu stjørnum, hvussu høgt tær standa! v13  Og tú sigur: »Hvat veit Guð? kann hann døma aftan fyri skýsortan? v14  Tí at skýggini myrkja fyri honum, so at hann sær ikki, og á himnahválvinum hann gongur!« v15  Vilt tú halda fortíðar leið, sum illgerðarmenn hava gingið, v16  teir, sum í úrtíð vórðu ryktir burt, og grundvøllur teirra skolaðist burtur sum streymur, v17  sum søgdu við Guð: »Far tú frá okkum! Hvat kann hin alvaldi gera okkum?« v18  Og tó fylti hann hús teirra við signing, ráð teirra gudleysu eru langt burtur frá honum. v19  Rættvísir sóu tað og gleddust, hin sakleysi spottaði teir. v20  Vissuliga fórust fíggindar okkara, og tað, ið eftir var av teimum, át eldurin.

Men vendir Job við, hjálpir Harrin

v21  Verð vinur við hann og bind frið, við tað skal lukka verða tær fyri. v22  Tak við læru av munni hans og legg orð hans tær í hjarta! v23  Vendir tú tær til hin alvalda og eyðmýkir teg sjálvan, rekur tú órættin burtur frá tjaldi tínum. v24  Kastar tú gullið í dustið, Ofirgullið millum steinarnar í ánni, v25  tá skal hin alvaldi verða gull títt og hitt skærasta silvur hjá tær. v26  Ja, tá skalt tú frøast um hin alvalda og lyfta ásjón tíni til Guðs. v27  Biður tú til hansara, bønhoyrir hann teg, og tú kanst halda tað, tú hevur lovað; v28  ætlar tú nakað, skal tað eydnast tær, og ljós skal skína á vegum tínum. v29  Tí at hástór og hugmóðig eyðmýkir hann, men hjálpir tí, ið hyggur niður. v30  Hann bjargar sakleysum manni, og tað við reinleika handa sína.«