Job svarar: Kundi hann bert lagt málið fram fyri Guð sjálvan, mundi hann fingið rætt, men nú er eingin vón

v1  Tá svaraði Job og segði: v2  »Eisini í dag er beiskleiki í klagu míni, eg stynji tungan undir hond hans! v3  Gævi, at eg visti, hvussu eg kundi finna hann, hvussu eg kundi koma at hásæti hans! v4  Tá skuldi eg lagt málið fram fyri hann og fylt munn mín við prógvum. v5  Eg skuldi fingið at vita, hvat hann svaraði mær, og gáað eftir, hvat hann segði við meg! v6  Mundi hann staðið mær ímót við sínum mikla mátti? Nei, vissuliga mundi hann lýtt á meg; v7  tá hevði sakleysur maður havt sak við hann, og med alla hevði eg bjargað rætti mínum. v8  Men fari eg eystur, tá er hann ikki har, og vestur, verði eg ikki varur við hann; v9  eg leiti í norðri og tekki hann ikki, eg vendi í suður og hómi hann ikki. v10  Tí at hann veit vegin, eg fari; um hann royndi meg, eg skuldi roynst sum gull. v11  Fótur mín hevur hildið sær í sporum hans, vegi hans fylgt eg havi og ikki vikið frá, v12  frá boði av vørrum hans eg ikki havi vikið, orð av munni hans eg varðveitt havi í mínum brósti. v13  Men hann hevur valt, – hvør forðar honum? Tað, ið hann hevur hug til, ger hann. v14  Tí at hann fremur tað, ið hann hevur ætlað, og av slíkum hevur hann nógv í verki. v15  Tí ræðist eg ásjón hans, mær øgist við at hugsa um hann. v16  Ja, Guð hevur brotið hug mín niður, hin alvaldi hevur loypt skelk á meg; v17  tí at eg gangi undir í myrkri, andlit mítt er fjalt av bølaniðu.