v1 Hví hevur ikki hin alvaldi revsingartíðir niðurfyri? Hví fáa tey, ið kenna hann, ikki dagar hans at skoða? v2 Illmenni flyta markaskil, ræna fenað og goyma hann á beiti; v3 asna faðirloysingans fara teir við og taka oksa einkjunnar í veð; v4 teir skúgva fátæk av vegnum; øll neyðstødd í landinum noyðast at krógva seg.
v5 Ja, sum villasnar í oyðimørkum fara tey út at starva og leita eftir føðslu; í reynum finna børnini sær villibráð til matna. v6 Um nætur tey leita á markini eins og djór eftir føðslu, eftirtína vínber í gørðum hjá hinum ríka; v7 nakin liggja tey á nátt við ongum klæðum og ongum áklæði móti kulda; v8 vát av skúrum oman úr fjøllum halla tey sær inn at klettinum, tí at tey onga lívd finna; v9 faðirloysingar verða rivnir frá móðurbrósti, og neyðstødd tikin í veð; v10 nakin ganga tey uttan klæði, svong bera tey bundi saman; v11 innanveggja reinsa teir olju, troða vínfargið og tysta; v12 úr borg og húsum verða teir riknir, og sáran rópa børnini um hjálp, men Guð gevur hesum ranglæti ikki gætur.
v13 Aðrir eru vorðnir fíggindar ljósins; teir kenna ikki vegir ljósins og halda seg ikki á leiðum tess. v14 Fyri lýsing fer drápsmaðurin upp og drepur eym og fátæk; um nætur reikar tjóvurin um. v15 Horkallurin bíðar eftir skýming; hann hugsar: »Einki eyga sær meg,« og dregur slør fyri andlitið. v16 Í myrkrinum bróta teir inn í hús, men um dagin loka teir seg inni, tí at ljósinum vilja teir ikki vita av. v17 Teimum øllum er bølamyrkrið morgun; teir eru kunnigir við myrkursins ræðslur.
v18 Skjótt berst hann burtur við streyminum, bølbiðin er arvalutur hans í landinum, í víngarðin kemur hann ikki meira. v19 Eins og krapi hvørvur fyri turki og hita, svá gloypir helheimur teimum, ið synda. v20 Móðurlívið gloymir hann, og maðkarnir metta seg av honum; eingin minnist hann longur; eins og træið fer ranglætið sundur. v21 Hann fór illa við hini barnleysu, sum ikki føddi, einkjuni dugnaði hann ikki hond; v22 í mátti sínum týndi hann vesælar. Hann fer upp, men veit sær eingi livandi ráð; v23 hann ferst uttan vón og stuðul, eymd hevur hann altíð fyri eyga; v24 stokkutur er stórleiki hans, brátt er hann burtur, má lúta eins og alt, ið doyr, verða avslitin eins og aksalutur. v25 Er ikki svá? Hvør kann siga, at eg ljúgvi, og gera míni orð til einkis?«