v1 Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og segði: v2 »Hjá honum er veldi og ræðsla; hann skapar frið í sínum høga bústaði. v3 Fæst tal á herflokkum hans? Yvir hvørjum rennur ikki ljós hans upp? v4 Hvussu kann maðurin vera rættvísur fyri Guði, og tann vera reinur, ið føddur er av konu? v5 Sí, í eygum hans er mánin ikki bjartur og stjørnurnar ikki reinar! v6 Hvat tá maðurin, tann maðkurin, og mansbarnið, tað skriðkyktið!«