Svar Jobs: Bildad hevur ditt sær til at hjálpa Guði

v1  Tá svaraði Job og segði: v2  »Hvat hevur tú hjálpt hinum máttleysa, styrkt hin maktaða arm, v3  lagt hinum óvitra ráð og givið honum mikla speki! v4  Hvør mundi hjálpa tær orðum at mæla? Hvørs andi var tað, ið talaði út úr tær?

Hóast veldi Guðs og vísdómur eru uttan mark

v5  Deydningarnir skelva av ótta og alt, sum undir vøtnunum hølast; v6  opin liggur helheimur fyri honum og undirdýpini ber. v7  Hann tenur norðurhválvið út yvir oyðuna og letur jørðina sveima í tómum heimi. v8  Vatnið hann byrgir í skýggjum sínum, tó brestur ikki skýloftið undir tí. v9  Hann fjalir hásæti sítt fyri eygum okkara og breiðir yvir tað skýggj síni. v10  Kring havið setir hann mark, har myrkrið og ljósið møtast. v11  Stólpar himinsins skelva, teir ræðast fyri hóttum hans. v12  Í mátti sínum øsir hann havið upp, við hyggju síni morlar hann havdrekan. v13  Fyri andablástri hans varð himinin heiður, hond hans legði ígjøgnum hin flýggjandi dreka. v14  Sí, hetta er einans hómvegur eftir hann, hvør lítið er tað tesk, vit hoyra um hann! Men toru veldis hansara – hvør skilir hana?«