Framhald av svari Jobs: Best fjaldu gripirnir verða funnir av menniskjum

v1  Silvur verður jú funnið á staði sínum, og somuleiðis gullið, sum verður reinsað; v2  jarn fæst upp úr jørðini, og kopar verður brætt burtur úr gróti. v3  Maður vinnur á myrkrinum, úr djúpastu holum hann leitar fram steinar, sum fjaldir hava ligið í bølamyrkri. v4  Djúpt niðri undir fótum sínum brýtur hann sær námugongdir, gloymdur, fjart frá fólki hongur hann og reiggjar í leysum lofti. v5  Upp úr jørðini veksur breyðið; hon verður rótað um, sum var tað av eldi. v6  Saffirur finst í gróti jarðarinnar; og gullsand finnur tann, ið grevur. v7  Ørnin kennir ikki vegin hagar, og heykurin ber ikki eyga við hann; v8  hini stoltsligu villdjórini ganga hann ikki, ljónið fer ikki eftir honum. v9  Hann leggur hond á harðasta grót, skakar fjøllini av grund; v10  í bjørgini høggur hann gongdir, eyga hans sær hvønn dýrindisstein. v11  Hann teppir streymar, so at teir steðga, hitt fjalda flytur hann fram í ljósið.

Men vísdómin kann eingin vinna fyri silvur og gull

v12  Men spekin, hvar er hon, og hvar er vitskan at finna? v13  Vegin til hennara kennir ikki maður; hon finst ikki í mannaheimi. v14  Frumdjúpið sigur: »Í mær er hon ikki!« Og havið sigur: »Ikki er hon hjá mær!« v15  Hon fæst ikki fyri tað skíra gull, ikki kann hon keypast fyri silvur. v16  Hon verður ikki goldin við Ofirgulli ella við dýrum sjóham- og saffirsteinum. v17  Gull og glar viga ikki upp ímóti henni, og hon fæst ikki í býti fyri gripir av skírum gulli; v18  eg vil ikki tala um krystallar og kórallar; spekin er betri at eiga enn perlur. v19  Tópasar Blálands eru einki móti henni; hon verður ikki goldin við reinasta gulli.

Guð hevur kent vísdómin frá upphavi

v20  Men spekin, hvaðan kemur hon? Hvar hevur vitskan heimstað? v21  Hon er duld fyri eygum teirra, sum liva, fjald fyri fuglum himinsins. v22  Undirdýpið og deyðin siga: »Vit hava einans hoyrt hana gitna.« v23  Guð eina kennir veg hennar, hann eina veit um stað hennar. v24  Tí at hann skoðar til endamark jarðar, alt undir himni sær hann. v25  Tá ið hann tilskilaði vindinum vekt og mátaði vatnið við máti, v26  tá ið hann setti regninum mark og snarljósinum veg gjøgnum skýggini, v27  tá sá hann spekina og boðaði frá henni; tá skipaði hann fyri henni og rannsakaði hana.

Gudsótti er vísdómur

v28  Men við mannin segði hann: »Sí, at óttast Harran, tað er speki, at víkja frá tí illa, tað er vitska.««