v1 Og Job helt áfram við røðu síni og segði: v2 »Á, at mær hevði verið sum í forðum, sum á hinum døgum, tá ið Guð varðveitti meg, v3 tá ið lampa hans lýsti yvir høvdi mínum, og eg gekk við ljósi hans ígjøgnum myrkrið, v4 sum á valadøgum mínum, og vinskapur Guðs var yvir tjaldi mínum, v5 tá ið hin alvaldi enn var við mær, og børn míni vóru kring meg, v6 tá ið føtur mínir vóðu í róma, og oljan veldi upp, hvar eg gekk, v7 tá ið eg gekk út í borgarliðið og setti á torginum stól mín! v8 Ungmenni høvdu seg burtur, tá ið teir sóu meg, gamlir risu úr sæti og stóðu upp, v9 høvdingar fingu ikki orðið upp; teir løgdu hondina á munnin, v10 rødd tignarmanna tagnaði, tunga teirra loðaði við góman; v11 teir, ið hoyrdu meg, søgdu meg sælan, teir, ið sóu meg, góvu mær lovorð, v12 tí at eg bjargaði arminganum, ið rópaði um hjálp, faðirloysinganum, ið ongan góðan hevði. v13 Hin deyðkomni bað alt gott oman yvir meg, eg hjarta einkjunnar fylti við fagnaði. v14 Eg klæddist í rættvísi, og hon í meg; rættur var mær skikkja og høvuðskreyt. v15 Eg var eyga hins blinda, og eg var fótur hins halta. v16 Eg var faðir teirra fátæku, og málevni ókunnumansins eg rannsakaði. v17 Jakslir teirra ranglátu breyt eg, og reiv bráðina undan tonnum teirra. v18 Tá hugsaði eg: »Í reiðri mínum man eg andast, liva leingi eins og Føniks fuglurin; v19 vatn man renna at rót míni, og døggin liggja nátt á greinum mínum; v20 heiður mín skal altíð verða nýggjur, bogi mín altíð yngjast í hond míni!« v21 Teir lýddu á meg og bíðaðu, tagdu, meðan eg legði ráð. v22 Tá ið eg hevði talað, tók eingin aftur til orða, orð míni drupu leskandi á teir. v23 Teir bíðaðu mín eins og regns, opnaðu munnin eins og eftir várregni. v24 Eg leit brosandi til teir hugbrotnu, andlit mítt fingu teir aldri gjørt dapurt. v25 Eg leiddi teir og sat fremstur teirra millum, sat eins og kongur í miðjum herliði sínum, eins og hann, ið uggar sorgarbundnar.