v1 Nú bar so til ein dagin, at synir Guðs komu og stigu fram fyri Harran, og teirra millum kom eisini Sátan og steig fram fyri Harran. v2 Harrin spurdi tá Sátan: »Hvaðan kemur tú?« Sátan svaraði Harranum: »Eg havi reikað um jørðina aftur og fram.« v3 Harrin spurdi tá Sátan: »Gavst tú gætur eftir tænara mínum Job? Tí at eingin er hansara líki á jørðini, slíkur sakleysur og rættiligur maður, hann er, sum óttast Guð og varnast hitt illa. Enn er hann líka fastur í sakloysi sínum, og uttan orsøk hevur tú elvt mær at týna hann.« v4 Men Sátan svaraði Harranum: »Húð fyri húð! Maður gevur fegin alt, ið hann eigur, fyri lív sítt. v5 Men rætt tú út hond tína og nem við bein og hold hansara tá man hann so sanniliga banna tær beint upp í eyguni á tær.« v6 Tá segði Harrin við Sátan: »Sí, hann er í tínum valdi; bert skalt tú eira lívi hansara.«
v7 So fór Sátan burtur frá andliti Harrans, og hann sló Job við ringum svullum frá iljum til hvirils. v8 Og hann tók sær eitt pottabrot til at skava seg við, har sum hann sat í øskudunganum.
v9 Tá segði kona hansara við hann: »Heldur tú enn fast við sakloysi títt? Banna tú Guði og legg teg at doyggja!« v10 Men hann segði við hana: »Tú talar, sum fávitskutar konur tala. Tá ið vit hava tikið móti tí góða frá Guði, eiga vit tá ikki eisini at taka móti tí illa?« Í øllum hesum syndaði Job ikki við vørrum sínum.
v11 Tá ið tríggir vinir Jobs fingu at frætta um alla hesa ógævu, sum var komin oman yvir hann, komu teir hvør frá heimstaði sínum, teir Elifaz Temaniti, Bildad Sjúhiti og Zofar Náhamatiti, og teir ráddu av sín ámillum at fara at finna hann og sýna honum samhug og ugga hann. v12 Men tá ið teir, staddir nakað burturfrá, hugdu upp, sóu teir, at hann ikki var at kenna aftur; og teir fóru so sáran at gráta, skræddu skikkjur sínar sundur og kastaðu mold upp yvir høvdið á sær høgt upp í loft. v13 Og teir sótu hjá honum á jørðini sjey dagar og sjey nætur, og eingin teirra talaði eitt orð til hansara, tí at teir sóu, at pínsla hansara var ovurmikil.