v1 Men nú flenna teir at mær, ið yngri eru enn eg og kortini hirdi eg ikki at seta fedrar teirra millum seyðahundar mínar. v2 Lítið virði eg um teirra máttugu hendur! Mist hava teir alla ungdómsmegi; v3 av troti og hungri teir skríða í skræðuni; teir gnaga reyn og oyðimerkur; v4 teir royta sær salturtir millum runna, og gývilrøtur er føðsla teirra. v5 Úr hvørjum mannafelagi verða teir riknir; fólk rópar eftir teimum sum eftir tjóvi; v6 teir búgva í gjáum, fullum av ræðslum, í moldholum og berghellum; v7 millum runna ganga teir og grenja, hølast inni í hømiliutyssum, v8 eitt fákunnugt, navnleyst ættarkyn, rikið av landinum við koyrli. v9 Nú yrkja teir tættir um meg; eg eri vorðin teimum tiltak; v10 teir hava andstygd fyri mær og koma mær ikki nær, aftra seg ikki við at spýta á meg. v11 Tí at hann hevur loyst bogastrong mín og nívt meg; teir sleppa teymum sínum fyri ásjón míni. v12 Mær til høgru handar veksur upp avkom teirra; teir taka meg av fótum og leggja glatunarvegir fyri meg; v13 teir hava brotið upp veg mín, skundað undir fall mítt, og eingin forðar teimum. v14 Eins og inn um stórt skarð í múri koma teir og brótast fram, har alt liggur í sorli. v15 Ræðslur hava snúgvast ímóti mær, tign mín er farin sum fyri vindinum, sum skýggj er gæva mín horvin. v16 Sál mín er sundurfarin í mær, eymdardagar halda mær føstum. v17 Um nætur tað nítur í bein míni, aldri blunda mínir gnagandi verkir. v18 Fyri mikla mátti hans er hold mítt avskeplað, tað hongur uttan á mær, sum var tað kyrtil mín. v19 Hann tveitti meg út í rununa, eg eri vorðin eins og mold og øska. v20 Eg rópi til tín, men tú svarar ikki; tú stendur har, men gevur mær ikki far. v21 Grimmur ert tú vorðin mær, við tíni sterku hond tú stríðist ímóti mær. v22 Tú tveitir meg fyri vind og vág, í stormgný letur meg farast. v23 Tí at eg veit, at tú vilt leiða meg til heljar, í húsið, har alt livandi savnast. v24 Men rættir ikki maður, ið søkkur, hondina út, rópar hann ikki um hjálp í vanda sínum? v25 Græt eg ikki við teimum, ið høvdu ringar dagar? Syrgdi ikki sál mín við teimum, ið fátæk vóru? v26 Eg stundaði eftir eydnu, men ógæva kom; eg væntaði ljós, men tað varð myrkur. v27 Tí bylgist mín barmur uttan hvíld, eymdardagar hava verið mær fyri. v28 Svartur í holdinum gangi eg men ikki av sólarhita; í miðjum savnaði rísi eg upp og rópi um hjálp. v29 Eg eri vorðin bróðir sjákálanna og lagsbróðir strutsanna; v30 húð mín er svørt og flusnar av mær; bein míni eru brend av hita. v31 Tí ljóðar mín sittari syrgin, og ljóðpípa mín sum harmagrátur.