v1 Eg gjørdi sáttmála við eygu míni, at eg skuldi ikki hyggja at ungmoyggj. v2 Tí hvat hevði annars verið luturin frá Guði har uppi, arvurin frá hinum alvalda á himnahæddum? v3 Er ikki glatan fyri hin rangláta og ógæva fyri illgerðarmannin? v4 Sær hann ikki vegir mínar, telur hann ikki øll míni fet? v5 Havi eg gingið við lygnum, og hava føtur mínir verið skjótir eftir svikum v6 Guð vigi meg á rættari vágskál, tá man hann síggja sakloysi mítt v7 viku míni fet av vegnum, fylgdi mítt hjarta eygum mínum, ja, er nakar flekkur á hondum mínum v8 tá eti aðrir tað, sum eg havi sáað, tá verði vøkstir mínir slitnir upp við rót! v9 Læt eg hug mín dára av konu, ella slotaði eg við dyrnar hjá granna mínum, v10 tá mali kona mín á kvørn fyri annan, tá leggi aðrir seg hjá henni! v11 Tí at tílíkt er skemdargerð, misbrot, ið fær sín dóm, v12 ja eldur, sum oyðir til grundar og brennir av upptøku mína! v13 Havi eg einkisvirt rættin hjá træli og trælkvendi mínum, tá ið tey høvdu trætumál við meg, v14 hvat skuldi eg gjørt, um Guð tá reis upp, og hvat skuldi eg svarað, tá ið hann kom at rannsaka? v15 Hevur ikki tann, sum skapaði meg, eisini skapað hann í móðurlívi? Hevur ikki hin sami virkað okkum í móðurkviði? v16 Havi eg sýtt fátækum bøn og latið eygu einkjunnar slokna? v17 Havi eg einsamallur etið breyð mítt og einki latið faðirloysingan fingið burturav? v18 Nei, alt frá ungdómi havi eg eins og faðir fostrað hann, frá tí eg var lítil, havi eg hjálpt einkjum. v19 Havi eg sæð arminga klædnaleysan og fátækan uttan áklæði? v20 Vissuliga nei; meg signaðu lendar hans, tá ið hann vermdi seg við ull av seyðum mínum. v21 Havi eg hevjað hond ímóti faðirloysinganum, tá ið eg visti mær viðhald í borgarliðinum, v22 tá loysni akslarnar frá herðunum, og verði armur mín støktur úr liði! v23 Tí at ótti fyri Guði ræddi meg, eg megnaði tað ikki fyri hátign hans. v24 Gjørdi eg gull til vón mína og nevndi hitt skíra gull álit mítt, v25 var tað gleði mín, at eg var ríkur, at hond mín hevði vunnið mær miklan eyð, v26 leit eg at sólini, hvussu hon skein, at mánanum, ið glæsiligur fór sína leið, v27 tøldist í loynum hjarta mítt, so at eg gav teimum handarkoss, v28 tá hevði tað verið misbrot, ið átti at verða revsað, tí at tá hevði eg avnoktað Guð á himna hæddum! v29 Gleddist eg við ógævu fígginda míns, fegnaðist eg, tá ið óhapp varð honum fyri, v30 nei, ikki loyvdi eg góma mínum at synda, so at eg við illbønum ynskti hans deyða! v31 Mátti ikki húsfólk mítt siga: »Hvønn hevur hann við borð sítt ikki mettað við kjøti?« v32 Nei, ikki læt eg ókunnigan liggja úti á nátt, heldur opnaði eg ferðamanninum hurðar mínar. v33 Fjaldi eg á mannavísi syndir mínar, so at eg krógvaði mær í barmi misgerð mína, v34 av tí at eg óttaðist fjøldina, og at ættarfrændur skuldu vanvirða meg, so at eg tagdi og fór ikki út fyri dyr! v35 Gævi eg hevði einhvønn at lýða á meg! Her er undirskrift mín hin alvaldi svari mær! Hevði eg havt bræv ákærara míns, v36 vissuliga skuldi eg tikið tað upp á økslina, bundið tað sum høvuðskreyt um mítt enni, v37 eg skuldi sagt honum frá hvørjum feti mínum, gingið sum høvdingi fram fyri hann! v38 Hevur jørðin rópað undan mær, so at allar foyrur hennara grótu, v39 havi eg notið gróður hennara ógoldnan, og týnt ánarar hennara av lívi, v40 tá spretti tornir upp í staðin fyri hveiti og illgresi í staðin fyri bygg!« Her enda røður Jobs.