Elihu ikki nøgdur við Job, heldur ikki við vinir hans

v1  Hesir tríggir góvust nú at svara Job, av tí at hann helt seg vera rættvísan. v2  Men tá vreiddist Elihu Bárakelsson Buziti av Ráms ættarkyni; vreiði hans tendraðist móti Job, av tí at hann helt seg vera rættvísari enn Guð, v3  og móti teimum trimum vinum hans, tí at teir einki svar vistu og kortini søgdu Job órættvísan. v4  Elihu hevði bíðað, meðan teir talaðu við Job, av tí at teir vóru eldri enn hann. v5  Men tá ið hann sá, at teir tríggir menninir einki fingu svarað, tendraðist vreiði hans;

Elihu vil tala, nú Job hevur tept vinir sínar. Hann vil vera rættvísur

v6  tá tók Buzitin Elihu Bárakelsson til orða og segði: »Eg eri ungur á aldri, og tit eru gamlir menn, tessvegna firnaðist eg og aftraði meg frá at kunngera tykkum tað, eg veit. v7  Eg hugsaði: »Lat aldurin tala og árini mongu kunngera vísdóm!« v8  Tó – tað er andin í monnunum, andablástur hins alvalda, sum ger teir vitrar. v9  Hinir gomlu eru ikki altíð vitrastir, oldingar skyna ikki altíð, hvat ið rætt er. v10  Tí sigi eg: Lýðið á meg, latið eisini meg telja tað, eg veit. v11  Eg bíðaði eftir orðum tykkara, eftir at hoyra skilatalu; alt meðan tit leitaðu eftir orðum, v12  gav eg mær gjølla far um tykkum, men sí, eingin sannførdi Job, eingin tykkara rak orð hans aftur. v13  Sigið nú ikki: »Vit hava rakt við vísdóm; eina Guð kann fella hann, ikki maður!« v14  Ikki móti mær hann snúði røðu síni, og við orðum tykkara ætli eg ikki at svara honum. v15  Teir eru ræddir, vita einki meir at svara, orðini eru uppi hjá teimum; v16  men eigi eg at drála, tá ið teir tiga og standa uttan at vita svar? v17  Nei, eisini eg vil svara mítt, eisini eg vil telja tað, sum eg veit. v18  Tí at eg eri fullur av orðum, andin í barmi mínum trokar á meg; v19  barmur mín bylgist eins og innibyrgt vín, er um at rivna eins og nýfyltir bjølgir. v20  Eg vil tala til tess at fáa lætta, lata upp varrar mínar og svara. v21  Eg geri ongan mannamun, smikri ongan. v22  Tílíkt má eg ikki gera, tí at skjótt hevði tá skapari mín rivið meg burtur.