Elihu talar til vinirnar

v1  Og Elihu tók aftur til orða og segði: v2  »Tit vitru menn, hoyrið orð míni, tit fróðu, gevið mær ljóð! v3  Tí at oyrað kannar orðini, eins og gómin bragdar matin. v4  Latum okkum tí royna, hvat ið rætt er, rannsaka hvør við øðrum, hvat ið gott er.

Job talar um Guðs órættvísi

v5  Job hevur jú sagt: »Eg eri sakleysur; Guð hevur tikið mín rætt frá mær; v6  hóast rætt mín standi eg sum lygnari, eri særdur til deyða, tó at eg onga misgerð havi gjørt!«

Job bindur felag við gudleysar menn

v7  Hvar finst maður líkur Job, ið drekkur spottan eins og vatn v8  og fer í herslag við illgerðarmonnum og hevur felag við gudleysar menn? v9  Tí at hann hevur jú sagt: »Hvat gagnar tað manni at vinna sær tokka hjá Guði?«

Guð er lýtaleysur

v10  Tessvegna hoyrið meg, tit skynsomu menn: Fjart er tað frá Guði at synda, frá hinum alvalda at fremja órætt! v11  Nei, hann lønir manninum verk hans og letur mansbarnið bøta fyri sína atferð; v12  Guð fremur als ikki ranglæti, hin alvaldi reingir ikki rættin! v13  Hvør fekk honum jørðina í varðveitslu? Hvør man gæta allan heimin? v14  Tekur hann andan aftur til sín og byrgir fyri lívsanda sínum, v15  tá man alt hold geva upp andan, og maðurin aftur verða at mold.

Elihu talar til Job: Guð stjórnar heiminum við rættvísi; hann sær alt

v16  Hevur tú vit, tá hoyr hetta, og gev orðum mínum ljóð! v17  Kann tann, sum hatar rættin, vera stjórnari? Ella vilt tú sekan døma hin rættvísa, hin veldiga? v18  sum sigur við kongin: »Tín níðingur!« og við tignarmannin: »Tín brotsmaður!«, v19  sum ikki hevur høvdingar í meiri mæti og ikki setir ríkan hægri enn fátækan, tí at allir eru teir handaverk hans. v20  Brádliga doyggja teir, ja, á miðjari nátt; hann leggur at stórmonnum, og teir farast, veldigir verða týndir, ikki fyri mannahond. v21  Tí at hann eygleiðir mannanna veg, hvørt fótafet teirra sær hann. v22  Einki myrkur, eingin niða er til, har illgerðarmenn seg kunnu fjala. v23  Tí at maðurin fær onga frest til at møta fyri Guði í rættinum. v24  Veldigar brýtur hann niður uttan rættarrannsókn og setir aðrar í teirra stað. v25  Ja, hann kennir gerðir teirra, hann beinir fyri teimum á nátt. v26  Fyri gudloysi teirra hann týnir teir, hann agar teir fyri alra manna eygsjón, v27  av tí at teir viku frá honum og løgdu als einki í vegir hans v28  og gjørdu, at eymir rópaðu til hans, og at hann mátti hoyra neyðarróp arminganna.

Guð miskunnar iðrandi syndarum, tað kann Job ikki lasta hann fyri

v29  Um hann er tigandi, hvør kann sakfella hann? Fjalir hann ásjón sína, hvør kann lasta hann? Kortini hann vakir yvir tjóð og einstaklingi, v30  til tess at ikki gudleysur skal ráða og vera fólkinum snerra. v31  Um einhvør tá sigur við Guð: »Eg fór skeivur, men skal ikki synda aftur; v32  eg síggi tað, gev tú mær leiðbeining; havi eg framt órætt, geri eg tað ikki aftur!« v33  eigur hann tá at løna eftir tínum tykki, av tí at tú hevur hug at havna? Sig nú fram tað, sum tú veitst, tí at tú hevur sjálvur borið hetta upp á mál og ikki eg.

Job talar ikki við skili

v34  Skynsamir menn munnu siga við meg og vitur maður, ið hoyrir meg: v35  »Job talar ikki við skili, høpisleys eru orð hans. v36  Gævi, at Job má verða royndur uttan íhald, av tí at hann hevur svarað, eins og illmenni svara! v37  Tí at aftur at synd síni leggur hann misbrot oman á misbrot, er drambsfullur her okkara millum og flytur langar røður móti Guði!««