v1 Og Elihu tók aftur til orða og segði: v2 »Telur tú hetta tín rætt, og kallar tú hetta rættlæti títt fyri Guði, v3 at tú sigur: »Hvat batar hvat gagnar tað mær, at eg ikki syndi?«
v4 Eg skal veita tær andsvar og vinum tínum við tær: v5 Lít upp ímóti himni og hygg, sí skýggini, hvussu hátt tey eru yvir tær! v6 Um tú syndar, hvønn skaða elvir tú honum? Eru misbrot tíni mong, hvat sakar tað hann? v7 Og ert tú rættlátur, hvat kanst tú gagna honum? Ella hvat kann hann fáa av hond tíni? v8 Tú maður, teg rakar synd tín, tú mansbarn, teg rakar rættvísi tín!
v9 Menn kvarta undan miklari kúgan, rópa um hjálp móti armi hinna máttugu, v10 men eingin spyr: »Hvar er Guð, skapari mín, hann, sum veitir lovsong á nátt, v11 sum gevur okkum kunnleika fram um djórini á fold og ger okkum vitrari enn himinsins fuglar?« v12 Har rópa teir men hann svarar ikki undan dramblæti illgerðarmanna; v13 nei, Guð hoyrir ikki tóm orð, hin alvaldi gevur teimum ikki gætur, v14 tíansheldur orðum tínum um, at tú ikki sært hann! Ver kvirrur fyri ásjón hans og bíða eftir honum! v15 Men av tí at vreiði hans enn ikki hevur revsað, og at hann hevur givið sær lítið far um syndina, v16 tessvegna mælir Job fáfongdum orðum og flytur langar røður við ongum skili.«