v1 Og Elihu helt áfram og segði: v2 »Bíða eitt sindur, eg skal siga tær nakað, tí at enn er mangt at siga Guði til varnar; v3 langar leiðir skal eg fara eftir speki míni og prógva, at skapari mín hevur rætt; v4 eg fari vissuliga ikki við lygnum, frammi fyri tær stendur maður við hollum kunnleika.
v5 Sí, Guð havnar hinum drambláta; v6 hann uppiheldur ikki lívi hins gudleysa, men eymar letur hann fáa sín rætt. v7 Hann vendir ikki eygum sínum frá hinum rættvísu, hátt hevjaðar í hásætum hjá kongum letur hann teir ævinliga sita. v8 Verða teir fjøtraðir við leinkjum og bundnir við reipum eymdarinnar, v9 tá kunnger hann teimum gerðir teirra, tey misbrot, teir framdu við dramblæti sínum, v10 opnar oyru teirra fyri aga og býður teimum at víkja frá ranglæti; v11 um teir tá vilja hoyra og vera lýdnir, skulu teir slíta øll síni ár í gævu og dagar sínar í øllum góðum. v12 Men lýða teir ikki, skulu teir falla fyri svørði og geva upp andan í óhyggju síni. v13 Men vanhalgir menn treiskast í sínum hjarta; teir rópa ikki um hjálp, tá ið hann fjøtrar teir. v14 Í ungdóminum doyr sál teirra, sum horkallar enda teir lív sítt. v15 Men hin eyma frelsir hann við eymd hans og opnar oyru hans við trongdini.
v16 Ja, hann vil hava teg út úr neyðini út á víðar ræsur, har einki er til bága, og har gilt er til matna. v17 Men tú ert fullur av vanhalgari døman, hugsar einans um dóm og rætt. v18 Lat ikki vreiði lokka teg til at spotta og hitt mikla loysnargjald villa teg av leið! v19 Kunnu neyðarróp títt, eyður tín og mikli máttur sleppa tær undan trongd? v20 Stunda ikki eftir náttini, tá ið tjóðir verða stygdar burtur av støðum sínum! v21 Vara teg, fást ikki við ranglæti, so at tú velur órætt heldur enn at líða!
v22 Sí, hátt hevjaður er Guð í sínum veldi, hvør kann leiðbeina eins og hann? v23 Hvør hevur fyriskipað honum veg hans, og hvør torir at siga: »Tú hevur gjørt rangt!« v24 Hav tú í huga at hálova verki hans, tað, sum menn hava sungið lovkvæði um; v25 hvørt mansbarn skoðar tað við gleði, tó at deyðiligur maður einans hómar tað. v26 Ja, Guð er størri, enn vit skilja, áratal hans er órannsakanligt. v27 Tí at hann dregur droparnar úr havinum og letur teir regna úr síni toku; v28 úr skýggjunum hann letur tað sirma og drúpa niður yvir mong fólk. v29 Ja, hvør skilir útbreiðslu skýggjanna og dunið frá tjaldi hans? v30 Sí, hann breiðir toku sína kring seg og hylur havsins røtur, v31 tí at soleiðis mettar hann tjóðirnar og veitir nøgdir av føðslu; v32 hendur sínar hylur hann í ljósi og býður tí út ímóti fíggindanum. v33 Tora hansara boðar komu hans, ja, eisini djórini siga frá, tá ið hann kemur.