Framhald: Stórlæti Guðs

v1  Av hesum titrar hjarta mítt og nøtrar, so at tað kippist úr stað. v2  Hoyr, hoyr brakið av rødd hans, dunið, ið fer úr hans munni! v3  Undir endilanga himninum letur hann rødd sína fara, og ljós sítt alt at endamarki jarðar; v4  eftir tað gellur rødd hans; við torurødd hann tignarliga glymur; snarljósunum heldur hann ikki aftur, meðan rødd hans dunar. v5  Undursamliga letur Guð torurødd sína ljóða; hann ger stórverk, sum vit ikki skilja. v6  Tí at hann býður kavanum at falla á jørðina, ælunum og skúrunum at streyma stríðan; v7  hann setir innsigli á allar menn, so at mannabørn mega kenna verk hans. v8  Villdjórini leita sær skjól, fjala seg í bølum sínum. v9  Úr høli sínum kemur stormurin og kuldin úr norðanvindunum. v10  Fyri andablástri Guðs verður ísur, og vøtnini verða løgd í fjøtur, v11  skýggini fyllir hann við vætu og letur ljósini ganga úr teimum, v12  tey fara aftur og fram, soleiðis sum hann leiðir tey, til tess at fremja alt, sum hann býður, um allan heim, v13  hvørt hann nú reiggjar teimum sum koyrli, ella hann sendir tey við signing. v14  Lýð tú, Job, á hetta, statt stillur og gáa um undurgerðir Guðs! v15  Veitst tú, hvussu Guð fremur tey, og letur ljósini glampa úr skýggi sínum? v16  Skilir tú, hvussu skýggini sveima í leysum lofti, skilir tú undurverk hins alvísa? v17  Tú, hvørs klæði eru heit, tá ið jørðin mókar í sunnanloti! v18  Tenur tú út við honum himnahválvið, sum fast er eins og stoyptur spegil? v19  Kenn mær, hvat vit skulu siga við hann! Myrkur fløkir hugsanir mínar. v20  Skal hann frætta, at eg havi talað? Man maður sjálvur ynskja sær bana? v21  Og nú, sí, maður hómar ikki ljósið, sum skínur gjøgnum skýggini; men vindur fýkur og sópar tey burtur, v22  úr norðuri ljósglæma hómast; øgilig tign er yvir Guði. v23  Til hins alvalda náa vit ikki, til hans, ið er mikil í mátti. Men rættin og rættlætið reingir hann ikki. v24  Tí óttast menninir hann; men hinar sjálvklóku torgar hann ikki.«