Fyrsta tala Guðs til Job: Guð spyr -- kann Job svara?

v1  Tá svaraði Harrin Job út úr storminum og segði: v2  »Hvør er hetta, sum myrkir fyri ráðagerðum mínum við skilaleysum orðum? v3  Gyrð nú sum ein maður tínar lendar; so skal eg spyrja teg, og tú skalt læra meg. v4  Hvar vart tú, tá ið eg legði grundvøll jarðarinnar? Sig fram, um tú hevur tílíkan kunnleika! v5  Hvør setti mál hennar – tú veitst tað jú – ella hvør tandi út mátingarband yvir hana? v6  Hvar vóru stólpar hennar niðurslignir? Ella hvør legði hornstein hennar, v7  meðan allar morgunstjørnur fegnaðust, og allir synir Guðs rópaðu av gleði? v8  Hvør byrgdi fyri havinum við hurðum, tá ið tað ymjandi breytst fram úr móðurkviði, v9  tá ið eg fekk tí skýggið til klædnabúna og bølamyrkrið til reiv, v10  tá ið eg breyt mark fyri tí, setti upp hurðar og lokur v11  og mælti: »Higar og ikki longur! Her steðgi tínir stoltu streymar!« v12  Hevur tú nakrantíð boðið út morgninum, víst morgunroðanum á stað sín, v13  so at hann treiv um skeyt jarðarinnar, og gudleysir ristust burtur av henni, v14  so at hon broyttist eins og leir undir innsigli og litaðist, eins og hon var klæði? v15  Ljós hinna gudleysu varð tikið frá teimum og hin hevjaði armur sundurbrotin. v16  Hevur tú verið við lindir havsins ella gingið á botni frumdjúpsins? v17  Munnu lið deyðans hava opnast fyri tær, hevur tú sæð grindir bølamyrkursins? v18  Hevur tú rannsakað ta víðu verøld? Sig fram, um tú veitst tað alt samalt! v19  Hvar liggur leiðin, hagar ið ljósið býr, og myrkrið – hvar eigur tað heima, v20  so at tú kundi flutt tey aftur í land sítt og leitt tey sama vegin aftur á bústað sín? v21  Tú veitst tað, tí at tú føddist jú tá, tí at mong hevur tú árini á baki. – v22  Hevur tú verið har, sum kavin býr, hevur tú sæð goymslubúr heglingsins, v23  sum eg goymi, til tími neyðarinnar kemur, orrustu- og ófriðardagurin! v24  Hvar er tað, at ljósið skilir seg sundur, og eystanvindurin breiðir seg út um jørðina? v25  Hvør hevur gjørt áarførinum rennur og toruni veg gjøgnum skýggini v26  til tess at lata regna yvir mannoytt land og yvir óbygdar oyðimerkur, v27  til tess at metta reyn og oyður og ala fram urtir í oyðisondum? v28  Man regnið hava faðir, ella hvør hevur gitið døggdroparnar? v29  Úr hvørjum fangi kemur ísurin, og hvør føðir rím himinsins? v30  Vøtnini harðna sum grót, og havsins yvirborð stirðnar. v31  Bindur tú bondini á Sjeystjørnuna, kanst tú loysa fjøtur Orions? v32  Letur tú stjørnumerki djórakringsins koma fram í rættum tíma, og leiðir tú Bjørnina við hvølpum sínum? v33  Kennir tú lógir himinsins, og skipar tú fyri valdi hans yvir jørðini? v34  Kanst tú at hevja rødd tína til skýggja, so at vatnflóðirnar lýða teg? v35  Sendir tú snarljósini avstað, so at tey fara og siga við teg: »Sí, her eru vit!« v36  Hvør legði vitsku í skýggini, hvør gav veðurhimninum speki? v37  Hvør er so vitur, at hann telur skýggini og hellir burtur úr vatnslutum himinsins, v38  tá ið jørðin verður ein evja, og moldbøkkarnir loða hvør við annan?