Framhald av talu Guðs: Guð spyr framvegis

v1  Veiðir tú ljónstíkini bráð, og mettar tú hini gorhungraðu ungljón, v2  tá ið tey hølast í bølum sínum ella liggja á loynum undir runnum? v3  Hvør gevur ravninum føðslu, tá ið ungar hans rópa til Guðs og reika svangir um? v4  Veitst tú tíðina, tá ið steingeitin lembir, gevur tú verkjum hindanna gætur, v5  telur tú teir mánaðir, tær ganga kvidnar, so at tú veitst, nær tær skulu kálva? v6  Tær leggja seg niður og kálva, skjótt lætta verkir teirra av. v7  Kálvar teirra ganga í haganum og verða stórir, teir rýma burtur og koma ikki aftur til teirra. v8  Hvør slepti villasnanum leysum, loysti bondini av hinum snarpa djóri, v9  sum eg gav oyðimørkina til heim, hin salta slætta til bústað? v10  Tað lær at hini hámiklu borg, hoyrir ikki rópan rakstrarmansins. v11  Tað leitar millum fjalla eftir beitilendi, søkir sær allar grønar vøkstir. v12  Man visundurin vera fúsur at træla fyri teg, standa bundin um nætur við krubbu tína? v13  Spennir tú hann við bondum fyri plógvið, gongur hann fyri harvuni í dølum aftan á teg? v14  Troystar tú á hans miklu megi, kanst tú líta honum upptøku tína til? v15  Troystar tú honum til at flyta kornið heim og savna tað á treskivøllin? v16  Hevur strutshønan brotnar veingir, ella vantar henni dún og fjaðrar, v17  at hon fær jørðini egg síni og letur sandin verma tey v18  og gloymir, at mannaføtur kunnu bróta tey, og villdjórini traðka tey sundur? v19  Hon er hørð við ungar sínar, sum vóru teir ikki hennar egnu; at hava strevast til einkis, órógvar hana ikki. v20  Tí at Guð læt hana gloyma vitsku og gav henni ongan lut í skynsemi. v21  Koma skotgarpar, flagsar hon upp í loft og lær at hesti og reiðmanni. v22  Gevur tú hestinum styrki, klæðir tú háls hans við flákrandi faksi? v23  Kennir tú honum at leypa sum ongsprettan, meðan ræðsla stendst av hans stoltu neggjan? v24  Lystiliga grópar hann dalin upp, vegligur rennur hann á vápnaðar menn; v25  ekkaleysur lær hann at ræðsluni, hann hopar ikki undan svørðinum; v26  á baki hans ørvahúsin glamrar, spjót og lansur glampa, v27  við froysan og goysan rótar hann jørðina upp, ikki fæst hendur á hann, tá ið lúðurin gellur. v28  So skjótt sum hornið ljóðar, fer hann at neggja, langar leiðir tevjar hann orrustu, høvdingaróm og herróp. v29  Er tað verk av vitsku tíni, at heykurin rennur í loftið upp og breiðir veingir sínar suðureftir? v30  Er tað eftir boði tínum, ørnin flýgur hátt og reiðrast á høgum hæddum? v31  Hon byggir og býr í bjørgum, í homrum, á fjallatindum. v32  Haðan skimast hon eftir æti, langar leiðir hon eygunum rennir. v33  Ungar hennar fylla seg við blóði, helst hon er, har sum vignir liggja.«

Job eigur at eyðmýkja seg

v34  Og Harrin svaraði Job og segði: v35  »Vil trætarin træta longur við hin alvalda? Hann, sum setir at Guði, hann svari hesum!«

Job viðgongur, at hann eigur einki svar

v36  Tá svaraði Job Harranum og segði: v37  »Eg eri ov lítilsverdur, hvat skal eg svara? Eg má leggja hondina á munnin. v38  Einum sinni havi eg talað og taki tað ikki uppaftur, ja, tveimum sinnum, men geri tað ikki aftur!«