Job bannar degi sínum

v1  Síðan læt Job upp munn sín og bannaði degi sínum. v2  Og Job tók til orða og segði: v3  »Hvørvi tann dagur, tá ið eg var føddur, tann nátt, sum segði: »Sveinsbarn er gitið!« v4  Tann dagurin verði myrkur, Guð har uppi spyrji ikki eftir honum, eingin dagsglæma lýsi á hann! v5  Bølamyrkur heinti hann heim aftur, tokur leggist um hann, sortar ræði hann! v6  Myrkrið gloypi teirri nátt, hon verði ei við millum ársins dagar, hon komi ei upp í mánaða tal! v7  Ja, oyðin og ber verði henda nátt, eingin fagnaður ljóði á henni! v8  Teir, ið banna døgum, banna henni, teir, ið kønir eru í at mana upp Livjatan! v9  Myrkni morgunstjørna hennar, til einkis hon bíði eftir lýsing, eygnabrýr morgunroðans fái hon aldri at síggja, v10  tí at hon stongdi ei fyri mær dyr móðurlívsins og fjaldi ei kvølina fyri eygum mínum!

Hví doyði eg ikki í móðurlívi?

v11  Hví doyði eg ikki í móðurlívi ella andaðist alt fyri eitt á móðurfangi? v12  Hví vóru knæ at taka ímóti mær, hví vóru bróst til mín at súgva? v13  So hevði eg nú ligið og hvílt, so hevði eg sovið og havt frið v14  hjá kongum og tívum á jarðarríki, ið bygdu sær gravarhallir, v15  hjá høvdingum, ið áttu almikið gull, ið hús síni fyltu við silvuri! v16  Ella eg var ikki til, eins og duldur burður, eins og børn, sum ongantíð sóu ljósið! v17  Har halda gudleysir uppat við háva sínum, har verða troyttir hvíldir. v18  Har hava allir fangarnir ró, har hoyra teir ikki fangavarðarins róp. v19  Smá og stór eru líka har, og trælurin er har leysur við harra sín.

Hví skulu tey liva, sum líða og ynskja sær deyðan?

v20  Hví gevur hann teimum ljós, ið líða, teimum lív, ið sorgarbundin eru, v21  teimum, sum stunda á deyðan, men til einkis, sum grava eftir honum meir enn eftir fjaldum gripum, v22  teimum, sum gleðast um ein gravstein, og fegnast, tá ið teir grøvina finna v23  – tí manni, sum onga gøtu sær, sum Guð hevur byrgt inni? v24  Tí at stynjan er vorðin mítt dagliga breyð, og klaga mín rennur sum vatn. v25  Tí at tað, sum eg óttist, rámar meg, tað, sum eg ræðist, hendir meg. v26  Neyvan fái eg frið, neyvan fái eg rógv, neyvan fái eg linna, so kemur órógv aftur.«