Onnur røða Harrans. Job er ikki førur fyri at sakfella Guð og jarðleggja hinar gudleysu

v1  Tá svaraði Harrin Job úr storminum og segði: v2  »Gyrð nú lendar tínar sum ein maður, so skal eg spyrja teg, og tú skalt meg læra! v3  Ætlar tú at gera rætt mín til einkis og sakfella meg til tess at rættvísgera teg sjálvan? v4  Hevur tú arm eins og Guð, kanst tú rópa við torurødd eins og hann? v5  Skrýð teg við tign og heiðuri, lat teg í dýrd og ljóma; v6  úthell tínar vreiðistreymar, eyðmýk við einum eygnabragdi allar hástórar, v7  boygg allar dramblátar niður við einum eygnabragdi, jarðlegg hinar gudleysu, har teir standa, v8  goym teir í dustinum allar samlar og bind fyri andlit teirra í skotinum! v9  Tá skal eg eisini bera tær lov fyri tann sigur, tín høgra hond hevur vunnið tær.

Sí nykin!

v10  Sí, nykurin, sum eg havi skapað eins og teg! Hann etur gras eins og neytið! v11  Sí máttin í lendum hans og styrkina í búkvøddunum! v12  Sterturin stinnur sum sedristræ, tjósinurnar samantvinnaðar. v13  Leggir hans eru rør av kopari, beinini í honum stengur úr jarni. v14  Hann er fremstur av verkum Guðs, skapaður til at valda hinum. v15  Tí at fóður bera honum fjøllini, har sum øll villdjórini spæla sær. v16  Hann liggur undir lotusrunnum, fjaldur í sevi og støri. v17  Hann fær lívd og skugga av lotusrunnunum, pílaviðurin við løkin veitir honum skjól. v18  Hann órógvast ikki, um áin veksur; er ekkaleysur, um streymar ymja um gapið á honum. v19  Hvør kann grípa hann framman ífrá og draga teym ígjøgnum nasar hans?

Sí krokodilluna

v20  Kanst tú við ongli veiða krokodilluna ella binda tungu hennar við snøri? v21  Dregur tú sevband ígjøgnum nasar hennar, ella høggur tú krók ígjøgnum kjálkar hennar? v22  Man hon bøna og biðja teg leingi og mæla við teg fagurlátin orð? v23  Man hon gera sáttmála við teg, so at tú tekur hana til ævinligan træl? v24  Kanst tú spæla tær við hana eins og við pisu og lata smágentur tínar hava hana í tjóðri? v25  Munnu veiðifeløg sølubjóða hana og býta hana sundur millum sølumannanna? v26  Fyllir tú húð hennar við broddum og heys hennar við skutlum? v27  Royn og legg hond á hana! Tað stríð manst tú fara at minnast! Tú gert tað ikki uppaftur. v28  Tann vón hevði óivað svitast; tú smollið hevði niður bert av at sæð hana.