Framhald av røðuni um krokodilluna

v1  Hvør er so djarvur, at hann torir eggja hana upp, og hvør kann standast móti henni? v2  Hvør kemur fram at henni og sleppur heilskapaður, hvør undir øllum himninum? v3  Eg skal ikki tiga um limir hennar, um styrki hennar og vakra vakstrarlag. v4  Hvør hevur latið hana úr hennara skjaldbúna og farið inn um tvíføldu brynju hennar? v5  Hvør opnar hurðar gaps hennar? Ræðslur eru kring hennara tenn. v6  Ryggur hennar er skjaldarennur, og bringa hennar innsigli av steinum; v7  skildirnir liggja so tættir, at ikki kemst luft inn ímillum; v8  teir eru so samfeldir og samangreiptir, at einki kann fáa teir sundur; v9  ljósgeislar standa úr nasum hennar, tá ið hon nýsur; eygu hennar eru eins og eygnabrá morgunroðans; v10  úr gapi sínum goysir hon kyndlar, neistar fúka úr henni. v11  Úr nasum hennar stendur guvan sum úr sjóðandi potti yvir eldi; v12  andadráttur hennar kveikir í kol, og login stendur úr gapi hennar; v13  á hálsi hennar situr styrki, og ræðsla loypur undan henni; v14  tættir hanga vøddar holds hennar, eru sum stoyptir uttan á hana og vikast ikki; v15  hart er hjarta hennar, eins og høgt úr gróti, ja, hart eins og niðari kvarnarsteinur. v16  Tá ið hon loypur upp, kemur ótti á kappar, teir verða fyri ongum av ræðslu. v17  Um einhvør loypur á hana, heldur svørð hans ikki, spjót og ørvar bíta ikki á. v18  Hon metir jarnið sum strá og koparið sum fúnaðan við. v19  Ørvunum heldur hon ikki undan, sleingisteinar eru henni sum hálmur. v20  Gassan metir hon javnt við sev, og lær at hinum hvínandi spjóti. v21  Undir buli hennar sita hvassar skeljar, ið gera foyrur í móruna eins og treskisleða. v22  Hon letur brala í djúpinum sum í potti, rørir havið upp eins og salvubland. v23  Aftan undan henni er ljósrípa, djúpið tykist vera silvurhár. v24  Maki hennar er ikki á fold, hon er sum skapað til ikki at kenna ræðslu. v25  Hon lítur niður á alt, sum er hátt, hon valdar øllum stoltsligum djórum.«