Elifaz roynir at rættleiða Job

v1  Tá tók Elifaz Temaniti til orða og mælti: v2  »Manst tú taka tað illa upp, um onkur orðar við teg? Men hvør kann her vera tigandi? v3  Sí, sjálvur hevur tú rættleitt mangar, og máttleysar hendur hevur tú styrkt. v4  Tann, ið snávaði, styðjaðu orð tíni, riðandi knøum gavst tú megi. v5  Men nú, tá ið tað kemur á teg sjálvan, fellur tú í fátt, nú, tá ið tað rámar teg sjálvan, ert tú fullur av ótta!

Eingin líður sakleysur

v6  Er ikki gudsótti tín álit títt, og sakleysa atferð tín vón tín? v7  Hugsa teg um! Hvør er hann, ið sakleysur fórst, og hvar fóru rættvísir til grundar? v8  Men tað havi eg sæð: Teir, ið pløgdu órætt og sáaðu skaðaverk, teir heystaðu tað sjálvir. v9  Fyri anda Guðs teir fóru til grundar, fyri vreiðiblástri hans teir fóru fyri einki. v10  Ýlið í ljóninum og røddin í villidjórinum – tenninar í ljónshvølpunum eru sundurbrotnar. v11  Ljónið doyr, tí at tí vantar fong, og ljónshvølparnir spjaðast.

Eingin er sakleysur fyri Guði; hetta er Elifazi opinberað

v12  Til mín smeyg eitt orð, oyra mítt kendi hóman av tí v13  í hugsanum teimum, sum náttarsjónirnar valda, tá ið tungur svøvnur er fallin á fólk! v14  Ótti kom á meg og ræðsla, allir liðir mínir skulvu; v15  ein blástur fór um enni mítt, hárini reistust á kroppi mínum. v16  So steðgaði tað! Útsjóndina skilti eg ikki; ein mynd var mær fyri eygum, eg hoyrdi eina teskandi rødd: v17  »Hevur ein menniskja rætt fyri Guði, er maður reinur fyri skapara sínum? v18  Sí, tænarum sínum trýr hann ikki, hjá einglum sínum finnur hann lýti, v19  hvat tá hjá teimum, sum í leirhúsum búgva, og hava grundvøll sín í mold, sum verða sundurkroystir sum ein mølur! v20  Millum morguns og kvølds eru teir sundurmolaðir; uttan at nakar gevur tí gætur, týnast teir med alla. v21  Tá ið tjaldbond teirra eru slitin, doyggja teir, men ikki í vitsku.