v1 Rópa tú bara! Hvør man svara tær? Og at hvørjum av hinum heilagu vilt tú venda tær? v2 Tí at gremjing tekur lív dárans, vreiði býttlingsins verður deyði hans. v3 Sjálvur havi eg sæð dára verða uppryktan við rót, og bústað hans knappliga rotna upp. v4 Synir hans fingu onga hjálp, teir vórðu niðurtraðkaðir í portrinum, og eingin bjargaði teim. v5 Tað, ið teir heystaðu, ótu svangir ja, innan frá tornum tóku teir tað, og mjólk teirra drukku tystir. v6 Tí at vanlukkan veksur ikki upp úr moldini, neyðin sprettur ikki upp av jørðini. v7 Nei, menniskjan sjálv framleiðir neyð, og neistarnir fúka upp í loft.
v8 Nei, eg vildi leitað til Guðs og lagt málevni mítt fram fyri hann, v9 hann, sum stórverk ger, ið ófatandi eru, og undurverk, ið óteljandi eru, v10 sum gevur regn á jørðini og sendir vatn yvir markirnar, v11 til tess at lyfta kúgaðum til hæddar, og at sorgarbundin mega fáa sælu; v12 hann, sum spillir ætlan teirra snildu, so at hendur teirra einki virka, sum varir, v13 hann, sum fangar vísmenn í snildum teirra, so at teir svikafullu leypa framav í ráðum sínum; v14 um dagin teir ganga seg í myrkur, trilva mitt á degi, sum var tað á nátt. v15 Men hann bjargar hinum arma frá svørði og hinum fátæka úr hond hins sterka, v16 so at tað verður vón fyri hin vesæla, og illskapurin má lata munnin aftur.
v17 Sí, sælur er tann maður, sum Guð revsar, vanvirð tí ikki aga hins alvalda! v18 Tí at hann særir, men bindur eisini um, hann slær, og hendur hans grøða. v19 Úr seks neyðum bjargar hann tær, í teirri sjeyndu hendir teg einki ilt. v20 Í hungri bjargar hann tær frá deyða, í bardaga sleppur tú undan svørði. v21 Fyri koyrli tungunnar ert tú goymdur og tarvt einki at óttast, tá ið oyðingin kemur. v22 At oyðing og hungri kanst tú læa, og villdjór jarðarinnar tú tarvt ei at óttast; v23 við steinarnar í haganum hevur tú sáttmála, við villdjórini á heiðini hevur tú frið; v24 tú fært at kenna, at tjald títt stendur heilt, tú kannar bústað tín og saknar einki; v25 tú fært at kenna, at avkom títt er stórt, alvar tínir sum grasið á fold; v26 í fullari megi tú í grøvina fert; eins og bundi verða borin niðan, tá ið tíðin er. v27 Sí, hetta hava vit útgrundað, soleiðis er tað; hetta hava vit hoyrt, so viti tú tað við!«