v1 Tá svaraði Job og segði: v2 »Gævi at gremja mín varð vegin og ógæva mín løgd á hina skálina! v3 Tí at nú tyngir hon meir enn havsins sandur tessvegna vóru orð míni í gáloysi talað! v4 Tí at í mær sita ørvar hins alvalda, andi mín drekkur í seg eitur teirra; ræðslur frá Guði villa meg. v5 Grenjar villasnin í grønum grasi, ella beljar oksin við fóður sítt? v6 Eta tey vatndeyvt við ongum salti, ella smakkar eggjahvíti væl? v7 Mær býður ímót at nerta slíkt, tey eru sum luttur av ljóni.
v8 O gævi, at ynski mítt kundi verið uppfylt, og Guð givið mær tað, sum eg vóni. v9 Vildi Guð bert sligið meg sundur, rætt hondina út og skorið tráðin frá. v10 Tá skuldi tað verið uggan mín eg skuldi hoppað av gleði í míni ræðuligu pínu at eg havi ikki avnoktað orð hins heilaga. v11 Hvør er máttur mín, at eg skal halda út, og endi mín, at eg skal vera tolin? v12 Er tá máttur mín sterkur sum kletturin, ella er likam mítt av kopari? v13 Fyri mær er eingin hjálp, hvør stuðul er undan mær tikin.
v14 Tann, ið sýtir næsta sínum góðsku, hann letur ótta fyri hinum alvalda fara. v15 Brøður mínir sviku meg sum løkur, sum áir, ið tornaðu upp, v16 sum gruggaðar vóru av ísi, og sum kavin legðist í, v17 men tornaðu upp, bakaðar av sólini, hvurvu heilt burtur í hitanum. v18 Ferðaløg halda burtur av vegnum, fara upp í oyðimørkina og umkomast. v19 Ferðakeypmenn úr Tema sóknast eftir teimum, ferðamenn úr Sába seta vón til teirra; v20 men teir verða sviknir í áliti sínum, teir koma hagar og verða lotir. v21 Soleiðis eru tit nú vorðnir mær, tit sóu ræðsluna og gjørdust ræddir. v22 Havi eg sagt: »Gevið mær okkurt, loysið meg út við góðsi tykkara, v23 bjargið mær úr fíggindans hondum, keypið meg leysan úr valdsmanna hondum!«
v24 Lærið meg, og eg skal tiga, sýnið mær, í hvørjum eg eri farin skeivur! v25 Reiðulig orð eru munagóð, men hvat hava átalur tykkara at týða? v26 Er tað ætlan tykkara at lasta orð? Men hugsprongdum manni kann vera so mangt fyri munni! v27 Sjálvt um faðirloysingin kastaðu tit lut og seldu vin tykkara.
v28 Men høvdu tit nú viljað hugt at mær! Man eg ljúgva tykkum upp í eyguni? v29 Vendið við, latið ikki órætt henda, vendið við, tí at enn havi eg rætt í hesum! v30 Er órættur á tungu míni, ella kann gómur mín ikki skyna, hvat ilt er?