Framhald: Job klagar um lut sín

v1  Er ikki menniskjan í hertænastu á jørðini? Og dagar hennar sum dagar hjá bønarmanni? v2  Eins og trælur, ið tráar eftir skugga, eins og bønarmaður, ið bíðar eftir løn, v3  soleiðis ognaðust mær vónbrots mánaðir, og kvalafullar nætur vórðu lutur mín. v4  Tá ið eg leggist, sigi eg: »Nær verður dagur, at eg kann fara upp?« og tá ið eg fari upp: »Nær verður kvøld?« Eg mettist av órógv, til tað aftur lýsir. v5  Likam mítt er avtakið av møðkum og skruvum, húð mín skorpnar og vætir. v6  Skjótari enn vevskeiðin fara dagar mínir, teir hvørva uttan vón. v7  Minst til, at lív mítt er ein andablástur, aldri meira fær eyga mítt nakað gott at síggja! v8  Eygað á vininum skal ikki síggja meg, eyga títt hyggur eftir mær; men eg eri ikki longur til. v9  Eins og skýggið fer og hvørvur, soleiðis kemur tann ikki aftur, ið fer til heljar; v10  hann vendir aldri aftur til hús sítt, og heimstaður hans kennir hann ikki meira.

Job spyr, hví Guð hevur gjørt hann til skotmál

v11  So ætli eg mær ikki at leggja teym á mín munn, men í andans trongd míni vil eg tala, eg vil stynja í sálarkvøl míni. v12  Eri eg eitt hav, ella eri eg eitt skrímsl, við tað at tú setir varðhald yvir mær? v13  Tá ið eg hugsi: »Lega mín skal geva mær linna, beður mín lætta um stynjan mína,« v14  tá ræðir tú meg við dreymum, skelkar meg við sjónum, v15  so at sál mín heldur vil kódna, heldur vil doyggja enn tola líðing mína. v16  Tað er nóg mikið! Eg livi ei allar ævir, slepp mær, tí at dagar mínir eru ein blástur! v17  Hvat er maður, at tú metir hann nakað og gevur gætur eftir honum, v18  heimsøkir hann hvønn morgun, rannsakar hann hvørja stund? v19  Nær vendir tú eyga tínum frá mær, sleppir mær, meðan eg svølgi rákan? v20  Havi eg syndað, hvat ger tað tær, tú sum ert varðmaður manna? Hví hevur tú gjørt meg til skotmál hjá tær, hví eri eg vorðin tær ein byrði? v21  Hví fyrigevur tú mær ikki synd mína og letur sekt mína fara? Tí at brátt leggist eg til hvíldar undir moldum, og leitar tú eftir mær, tá eri eg ikki longur til.«