Bildad revsar Job: Guð er altíð rættvísur

v1  Tá tók Bildad Sjúhiti til orða og mælti: v2  »Hvussu leingi ætlar tú at tala slíkt, hvussu leingi skulu orð av munni tínum vera sum hvassur vindur? v3  Man Guð tá reingja rættin, ella reingir hin alvaldi rættferð? v4  Hava synir tínir syndað móti honum, og gav hann teir misgerð teirra í vald, v5  so leita nú tú til Guðs og bið alvalds Guð um náði! v6  Um tú ert reinur og rættiligur, tá vil hann vaka yvir tær, og endurreisa rættferðar bústað tín. v7  Um hin fyrri lutur tín var lítil, skal hin seinni verða avbera stórur.

Fedrarnir siga eisini, at Guð er rættvísur

v8  Tí spyr tú undanfarnu ætt, gev tí gætur, sum fedrarnir hava útgrundað! v9  Tí at vit eru frá í gjár og vita einki, ein skuggi eru dagar okkara á jørð. v10  Munnu teir ikki kunna læra teg, siga tær tað, og bera fram orð úr hjartadýpi sínum: v11  Veksur sev har, sum eingin mýri er, sprettur størur har, sum vatnið trýtur? v12  Meðan hann enn er í gróðri, áðrenn hann verður sligin, følnar hann fyrr enn nakað annað gras. v13  Soleiðis gongst teimum, ið gloyma Guð, og vón hins gudleysa verður til einkis. v14  Álit hans er eins og summarfon, treysti hans er kongurvág. v15  Hann styðjar seg at húsi sínum, men tað dettur; hann heldur sær í tað, men tað stendur ikki fast. v16  Hann stendur grønur, meðan sólin skínur, og greinar hans breiða seg út yvir garðin. v17  Røtur hans vevja seg inn í grótrúgvur, hann læsir seg fastan millum steinarnar. v18  Men verður hann uppslitin frá staði sínum, tá avnoktar staðurin hann og sigur: »Eg havi aldri sæð teg!« v19  Sí, hetta er gleðin á vegi hans, og úr moldini sprettur ein annar upp!

Vil Job iðra seg, skal Guð hjálpa

v20  Sí, Guð vanvirðir ikki hin sakleysa, hann heldur ikki í hondina á illgerðarmonnum. v21  Enn skal hann fylla munn tín við látri og varrar tínar við fagnaðarsangi. v22  Hatarar tínir skulu verða klæddir í skomm, og tjøld teirra gudleysu skulu ikki vera til.«