v1 Tá svaraði Job og segði: v2 »Vissuliga veit eg, at tað er so, hvønn rætt hevur maður móti Guði? v3 Um hann vildi træta við hann, kann hann ikki svara upp á eitt av túsund. v4 Vitur í hjarta og mikil í mátti hvør reistist upp móti honum og slapp óskalaður frá tí? v5 Hann, sum flytur fjøll, so tey vita ikki av, kollveltir tey í vreiði síni; v6 hann, sum skakar jørðini úr staði hennar, so at stuðlar hennar riða; v7 hann, sum býður sólini, so hon skínur ikki, og setir innsigli fyri stjørnurnar; v8 hann, sum tenur út himmalin eina og gongur á stóraldum havsins, v9 hann, sum skapaði Karlsvagnin og Orion, Sjeystjørnuna og Suðurs kømur; v10 hann, sum stórverk ger, ið ófatandi eru, og undurverk, ið óteljandi eru. v11 Gongur hann fram við meg, síggi eg hann ikki, fer hann burtur, eg verði hann ikki varur; v12 tekur hann, hvør kann tá forða honum, hvør sigur við hann: »Hvat gert tú?«
v13 Guð heldur ikki aftur vreiði síni, Ráhabs hjálparmenn boygdu seg undir hann. v14 Hvussu kann eg tá svara honum, snúgva væl orðum mínum fyri honum! v15 Um eg so havi rætt, kann eg einki svara, men má biðja dómara mín um náði. v16 Um eg rópaði, svaraði hann mær ikki, eg hugsi ikki, hann hoyrdi rødd mína, v17 hann, sum tekur meg burtur í stormveðri og økir sár míni uttan orsøk, v18 loyvir mær ikki at draga anda, men mettar meg við beiskum lutum. v19 Ræður um kappavald, tá er hann har, ræður um rætt, hvør stevnir honum! v20 Um eg so havi rætt, má muður mín tó fella meg; um eg so eri sakleysur, dømir hann meg sekan!
v21 Sakleysur eri eg; eg leggi einki í sál mína, eg hirði einki um lív mítt! v22 Tað kann vera mær tað sama; tí sigi eg: ósekan og sekan týnir hann líka! v23 Tá ið koyrilin snøggliga veldur banasár, tá lær hann at kvølum teirra sakleysu. v24 Jørðina gav hann í hendur á gudleysum, bindur fyri eyguni á dómarum hennar, er tað ikki hann hvør er tað tá? v25 Skjótari enn rennarin runnu dagar mínir, teir fóru, men lukku sóu teir onga. v26 Teir gingu eins og bátar av sevi, líkir ørn, ið skjýtst niður eftir fongi. v27 Um eg sigi: »Eg vil gloyma stynjan mína, slætta enni mítt og gerast glaður,« v28 má eg tó kvíða fyri øllum mínum pínslum, eg veit, at tú ei fríkennir meg.
v29 Eg skal so, ið hvussu er, vera sekur, hví møða meg til onga nyttu? v30 Um eg so tváaði mær í snjógvi og reinsaði hendur mínar í lúti, v31 so koyrdi tú meg tó undir í fenið, so at klæðum mínum stóðst við meg. v32 Tí at hann er ikki maður eins og eg, at eg kann svara honum, og at vit kundu farið saman fyri rættin. v33 Eingin er at gera skil á okkara millum og at leggja hond sína á okkum báðar! v34 Hevði hann tikið stav sín frá mær og ikki latið ræðslur sínar ræða meg, v35 tá kundi eg talað og ikki óttast hann, tí at soleiðis haldi eg ikki um meg sjálvan.