v1 Blásið lúðurin í Zion, hevjið herróp á heilaga fjalli mínum, so at øll í landinum skelva, tí at dagur Harrans kemur. v2 Hann er í nánd, ein dagur við myrkri og niðu, dagur við skaddu og skýsorta; mikil tjóð og veldig breiðir seg út á fjøllum eins og morgunroðin; hennara líki hevur ikki verið og kemur ikki aftur í komandi tíðum, meðan menn eru á døgum. v3 Fyri henni er oyðandi eldur, aftan á hana brennandi logar; undan henni var landið eins og Edens garður, eftir henni ein oyðisandur, undan henni kemst einki. v4 Sum hestar eru teir á at líta, sum reiðmenn toka teir fram; v5 tað er sum dun av vagnum, ið fara yvir fjallaknúkar, eins og ljóð av hálmi, sum brennur á eldi, eins og veldigur herur til bardaga búgvin. v6 Tjóðir skelva fyri teimum, øll andlit skifta lit. v7 Sum hetjur toka teir fram, sum hermenn teir klíva upp á borgargarðar; beint fram halda teir leið síni, eingin teirra víkur til viks. v8 Teir troðkast ikki, hvør teirra gongur fram á síni rás; gjøgnum ørvaskúrir halda teir áfram, einki kann teimum forða. v9 Teir ráðast á borgina, leypa upp á borgargarðin, klíva upp í húsini og koma inn um gluggarnar eins og tjóvar. v10 Fyri teimum nøtrar jørðin, og himnarnir skelva; sól og máni køvast av, og stjørnurnar missa sín ljóma. v11 Undan herliði sínum hevjar Harrin sína rødd, tí at ovurstórur er herur hans og fjølmangir teir, ið fremja hans boð. Ja, mikil er dagur Harrans og ræðuligur; hvør fær staðist fyri honum.
v12 Og nú svá sigur Harrin vendið um til mín av øllum hjarta við føstu, gráti og venan; v13 álið sundur hjørtu tykkara og ikki klæði tykkara, og horvið aftur til Harrans, Guðs tykkara, tí at hann er náðigur og mildur, tolinmóður og góðskuríkur og iðrar seg um tað illa. v14 Kanska hann hálsar um og iðrar seg og letur signing eftir seg, so at Harrin, Guð tykkara, aftur fær grónoffur og droypioffur. v15 Blásið í lúðurin í Zion, lýsið heilaga føstu og kunngerið hátíðarstevnu. v16 Kallið fólkið saman, halgið savnaðin, stevnið hinum elstu saman, savnið børnini, eisini bróstabørnini; brúðgómurin gangi út úr herbergi sínum og brúðurin út úr brúðarskemmu síni, v17 millum forsals og altars skulu prestarnir, Guðs tænarar, standa grátandi og siga: »Várkunna, Harri, fólki tínum, lat ikki tín arvalut verða til spott, so at heidningarnir fáa vald á honum; hví skulu menn siga heidninganna millum: Hvar er nú Guð teirra?«
v18 Tá varð Harrin vandlátur fyri sínum landi og várkunnaði fólki sínum. v19 Og Harrin svaraði fólki sínum: Sí, eg gevi tykkum korn og vín og olju til at mettast av, og ikki meira lati eg tykkum vera til spott heidninganna millum. v20 Og fíggindan norðaneftir reki eg langt burtur frá tykkum og syndri hann út í reyn og oyðisandar, oddaflokk hansara út í eysturhavið og halaflokkin út í vesturhavið; har skal deymur og ringur dampur av honum standa; tí at stórverk vildi hann inna. v21 Óttast ikki, tú jørð, men fegnast og gleð teg, tí stórverk hevur Harrin útint. v22 Óttist ikki, tit djór á markini, tí at nú munnu hagabeitini grønkast; trøini bera nú ávøkst, fikutrø og víntrø geva av allari síni gróðrarmegi. v23 Fegnist, tit Zionsbúgvar, og gleðist í Harranum, Guði tykkara, tí at hann gevur tykkum føðslu til frelsu, sendir tykkum regn av himni, bæði heystregn og várregn eins og áður. v24 Treskivøllurin fyllist av korni; fargini eru á tremur av vínberjaløgi og olju; v25 eg gjaldi tykkum fyri tey ár, tá ið grashoppurnar oyddu, ongsprettan, flysarin og gnagarin ótu alt upp, mín mikli herur, sum eg móti tykkum sendi. v26 Og tit skulu eta og mettast og lova navni Harrans, Guðs tykkara, sum tílíkt undur hevur gjørt ímóti tykkum; ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar; v27 tit skulu viðurkenna, at eg eri í miðjum Ísrael, og at eg og eingin annar eri Harrin, Guð tykkara; og ongantíð um ævir skal fólk mítt verða til skammar.