Guðs orð er skapanarorðið

v1  Í fyrstuni var orðið, og orðið var hjá Guði, og orðið var Guð. v2  Hetta var í fyrstuni hjá Guði. v3  Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið. v4  Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar. v5  Og ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið tók ikki við tí.

Skapanarorðið var í heiminum og gjørdist menniskja

v6  Maður kom, sendur frá Guði, hann æt Jóhannes. v7  Hesin kom til vitnisburðar, til tess at hann skuldi vitna um ljósið, fyri at allir skuldu trúgva við honum. v8  Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. v9  Hitt sanna ljósið, sum upplýsir hvørja menniskju, var við at koma í heimin. v10  Hann var í heiminum, og heimurin er vorðin til við honum, og heimurin kendi hann ikki. v11  Hann kom til sítt egna, og hansara egnu tóku ikki ímóti honum. v12  Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara, v13  sum ikki eru gitnir av blóði, ei heldur av holds vilja, ei heldur av mans vilja, men av Guði. v14  Og orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika. v15  Jóhannes vitnar um hann og rópar og sigur: »Hetta var hann, sum eg segði um: Tann, sum kemur aftan á meg, er komin undan mær; tí at hann var fyrr enn eg.« v16  Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði; v17  tí at lógin varð givin við Mósesi, náðin og sannleikin komu við Jesusi Kristi. v18  Eingin hevur á nøkrum sinni sæð Guð; hin einborni sonurin, sum er í fangi faðirsins, hann hevur kunngjørt hann.

Doyparans vitnisburður

v19  Og hetta er vitnisburður Jóhannesar, tá ið Jødarnir sendu prestar og Levitar frá Jerúsalem til tess at spyrja hann: »Hvør ert tú?« v20  Og hann ásannaði og noktaði ikki, og hann ásannaði: »Eg eri ikki Kristus.« v21  Og teir spurdu hann: »Hvat tá? Ert tú Elia?« Hann sigur: »Ikki eri eg tað.« »Ert tú profeturin?« Og hann svaraði: »Nei.« v22  Teir søgdu tá við hann: »Hvør ert tú? fyri at vit kunnu geva teimum svar, sum hava sent okkum. Hvat sigur tú um teg sjálvan?« v23  Hann segði: »Eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans, eins og Jesaja profetur hevur sagt.« v24  Men teir, sum sendir vóru, vóru úr flokki Farisearanna. v25  Og teir spurdu hann og søgdu við hann: »Hví doypir tú tá, um tú ikki ert Kristus, ei heldur Elia, ei heldur profeturin?« v26  Jóhannes svaraði teimum og segði: »Eg doypi við vatni; mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, v27  hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.« v28  Hetta hendi í Betániu, hinumegin Jórdan, har sum Jóhannes doypti. v29  Dagin eftir sær hann Jesus koma til sín og sigur: »Sí, Guðs lambið, sum ber synd heimsins! v30  Hann er tann, sum eg segði um: Aftan á meg kemur maður, sum hevur verið undan mær; tí at hann var fyrr enn eg. v31  Og eg kendi hann ikki; men fyri at hann skuldi verða opinberaður fyri Ísrael, tí eri eg komin og doypi við vatni.« v32  Og Jóhannes vitnaði og segði: »Eg sá andan stíga niður av himni í dúgvu líki, og hann varð verandi yvir honum. v33  Og eg kendi hann ikki; men tann, sum sendi meg at doypa við vatni, hann segði við meg: »Hann, sum tú sært andan stíga niður yvir og verða verandi yvir, hann er tann, sum doypir við heilagum anda.« v34  Og eg havi sæð tað og havi vitnað, at hesin er sonur Guðs.«

Jesus fær sær lærusveinar

v35  Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. v36  Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: »Sí, Guðslambið!« v37  Og teir tveir lærusveinarnir hoyrdu hann siga hetta, og teir fóru aftan á Jesus. v38  Men Jesus vendi sær á, og tá ið hann sá teir koma aftan á seg, sigur hann við teir: v39  »Hvørjum leita tit eftir?« Men teir søgdu við hann: »Rabbi (sum útlagt merkir: meistari), hvar býrt tú?« v40  Hann sigur við teir: »Komið og síggið!« Teir komu og sóu, hvar hann búði, og teir vórðu verandi hjá honum tann dagin; tað var um tíggjunda tíma. v41  Andrias, bróðir Símun Pæturs, var annar av teimum báðum, sum høvdu hoyrt hetta av Jóhannesi og høvdu fylgt honum. v42  Hann finnur fyrst bróður sín, Símun, og sigur við hann: »Vit hava funnið Messias« (sum er tað sama sum Kristus; tað er: salvaður). v43  Og hann førdi hann til Jesus. Men Jesus hugdi upp á hann og segði: »Tú ert Símun, sonur Jónasar, tú skalt verða kallaður Kefas (sum er útlagt: Petros; tað er: klettur.) v44  Dagin eftir ætlaði hann at fara avstað til Galileu, og hann finnur Filippus; og Jesus sigur við hann: »Fylg mær!« v45  Men Filippus var úr Betsajdu, bygd teirra Andriasar og Pæturs. v46  Filippus finnur Natanael og sigur við hann: »Vit hava funnið tann, sum Móses í lógini og profetarnir hava skrivað um, Jesus, son Jósefs úr Nasaret.« v47  Og Natanael segði við hann: »Kann nakað gott vera úr Nasaret?« Filippus sigur við hann: »Kom og síggj!« v48  Jesus sá Natanael koma til sín, og hann sigur um hann: »Sí, har er av sonnum Ísraelitur, sum ikki svik eru í!« v49  Natanael sigur við hann: »Hvaðan kennir tú meg?« Jesus svaraði og segði við hann: »Áðrenn Filippus rópaði teg, sá eg teg, har sum tú vart undir fikutræinum.« v50  Natanael svaraði honum: »Rabbi, tú ert sonur Guðs, tú ert kongur Ísraels!« v51  Jesus svaraði og segði við hann: »Trýrt tú, tí at eg segði tær, at eg sá teg undir fikutræinum? Tú skalt síggja tað, sum størri er enn hetta.« v52  Og hann segði við hann: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tit skulu síggja himmalin opnan, og einglar Guðs stíga upp og stíga niður yvir menniskjusonin.«