Jesus í Jerúsalem á leyvsalahátíðini

v1  Og eftir hetta ferðaðist Jesus um í Galileu; tí at hann vildi ikki ferðast um í Júdeu, við tað at Jødarnir lógu eftir honum og vildu drepa hann. v2  Men tann hátíðin hjá Jødum, sum kallast leyvsalahátíðin, var í nánd. v3  Tá søgdu brøður hansara við hann: »Flyt burtur hiðani og far til Júdeu, til tess at eisini lærusveinar tínir kunnu fáa at síggja gerningar tínar, sum tú gert. v4  Tí at eingin, sum vil verða alkendur, ger nakað í loyndum. Tá ið tú gert hetta, so sýn teg sjálvan fyri heiminum!« v5  Tí at brøður hansara trúðu ikki heldur á hann. v6  Tá sigur Jesus við teir: »Tíð mín er ikki komin enn; men hjá tykkum er tíðin altíð lagalig. v7  Ikki kann heimurin hata tykkum; men meg hatar hann, tí at eg vitni um hann, at gerningar hansara eru óndir. v8  Farið tit niðan til hátíðina, eg fari ikki niðan til hesa hátíðina; tí at tíð mín er enn ikki fullkomin.« v9  Hetta segði hann við teir og varð verandi í Galileu. v10  Men tá ið brøður hansara vóru farnir niðan til hátíðina, tá fór hann eisini sjálvur niðan, ikki opinlýst, men loyniliga.

Ymiskar hugsanir um hann

v11  Jødarnir leitaðu tí eftir honum á hátíðini og søgdu: »Hvar er hann?« v12  Og har var nógv tos um hann millum manna; summir søgdu: »Hann er ein góður maður;« men aðrir søgdu: »Nei, heldur villleiðir hann fólkið.« v13  Tó talaði eingin beint fram um hann av ótta fyri Jødunum.

Jesus vitnar um sjálvan seg

v14  Men tá ið hátíðin var hálvliðin, gekk Jesus niðan í halgidómin og lærdi. v15  Jødarnir undraðust nú og søgdu: »Hvaðan hevur hann lærdóm sín, tá ið hann er ólærdur?« v16  Tá svaraði Jesus teimum og segði: »Læra mín er ikki mín, men hansara, sum sendi meg. v17  Vil nakar gera vilja hansara, skal hann koma til royndar um læruna, annaðhvørt hon er frá Guði, ella um eg tali av mær sjálvum. v18  Tann, sum talar av sær sjálvum, søkir sína egnu æru; men tann, sum søkir æru hansara, sum sendi hann, er sannorðaður, og órættur er ikki í honum. v19  Hevur ikki Móses givið tykkum lógina? Og eingin tykkara heldur lógina. Hví royna tit at taka meg av døgum?« v20  Mannamúgvan svaraði: »Tú hevur ein illan anda. Hvør roynir at taka teg av døgum?« v21  Jesus svaraði og segði við teir: »Ein gerning gjørdi eg, og tit undrast allir á hann. v22  Móses hevur givið tykkum umskeringina – ja, hon er nú ikki frá Mósesi, men frá fedrunum – og tit umskera mann um hvíludagin. v23  Fær nú maður umskering ein hvíludag, fyri at Móselóg ikki skal verða brotin, eru tit tá vreiðir við meg fyri tað, at eg gjørdi allan mannin frískan ein hvíludag? v24  Dømið ikki eftir útsjónd, men dømið rættvísan dóm!«

Summi vraka hann, summi trúgva á hann

v25  Tá søgdu nakrir av monnunum í Jerúsalem: »Er hetta ikki tann maðurin, sum teir liggja eftir at drepa? v26  Og sí, hann talar opinberliga, og teir siga einki við hann. Munnu høvuðsmenninir av sonnum hava skilt, at hann er Kristus? v27  Nei, um henda vita vit, hvaðan hann er; men tá ið Kristus kemur, veit eingin, hvaðan hann er.« v28  Tá rópaði Jesus, meðan hann lærdi í halgidóminum, og segði: »Ja, meg kenna tit og vita, hvaðan eg eri; og tó eri eg ikki komin av mær sjálvum, men tann er sannur, sum sendi meg, og hann kenna tit ikki. v29  Eg kenni hann, tí at eg komi frá honum, og hann hevur sent meg.« v30  Teir ætlaðu tá at taka hann á hondum; men eingin legði hond á hann, tí at enn var tími hansara ikki komin. v31  Men mangir úr mannamúgvuni trúðu á hann, og teir søgdu: »Tá ið Kristus kemur, man hann tá fara at gera fleiri tekin, enn hesin hevur gjørt?«

Jesus talar um burturferð sína til faðirsins og komu andans

v32  Fariseararnir hoyrdu, at fólkið mølmaði hetta um hann; og høvuðsprestarnir og Fariseararnir sendu sveinar út at taka hann. v33  Tá segði Jesus: »Enn eina lítla stund eri eg hjá tykkum, so fari eg til hansara, sum sendi meg. v34  Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og har sum eg eri, kunnu tit ikki koma.« v35  Tá søgdu Jødarnir sín ámillum: »Hvar man hann ætla sær at fara, tá ið vit ikki skulu finna hann? Man hann ætla sær at fara til teirra, sum eru spjaddir millum Grikka og læra Grikkar? v36  Hvat meinti hann við hesum orðinum, sum hann segði: Tit skulu leita eftir mær og ikki finna meg, og: har sum eg eri, kunnu tit ikki koma?« v37  Men síðsta dagin, tann størsta á hátíðini, stóð Jesus har og rópaði og segði: »Er nakar tystur, tá komi hann til mín og drekki! v38  Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.« v39  Men hetta segði hann um andan, sum teir, ið trúðu á hann, skuldu fáa; tí at enn var andin ikki komin, við tað at Jesus enn ikki var vorðin dýrmettur.

Áhoyrararnir ósamdir

v40  Nakrir úr mannamúgvuni, sum hoyrdu hesi orð, søgdu nú: »Sanniliga er hesin profeturin.« v41  Aðrir søgdu: »Hesin er Kristus.« Men summir søgdu: »Man tá Kristus koma úr Galileu? v42  Hevur ikki skriftin sagt, at Kristus skal koma av Dávids ætt og frá Betlehem, bygdini, har sum Dávid átti heima?« v43  Nú var ósemja millum manna um hann, v44  og summir av teimum høvdu hug at taka hann, men eingin legði hond á hann.

Sveinar høvuðsprestsins vilja ikki taka Jesus, Nikodemus verjir Jesus

v45  Sveinarnir komu tá aftur til høvuðsprestarnar og Fariseararnar, og teir søgdu við teir: »Hví tóku tit hann ikki við tykkum?« v46  Sveinarnir svaraðu: »Aldri hevur nakar maður talað soleiðis.« v47  Fariseararnir svaraðu teimum tá: »Eru tit við vilstir burtur av leið? v48  Man nakar av ráðsharrunum hava trúð á hann ella av Farisearunum? v49  Men henda múgvan, sum ikki kennir lógina, hon er devulsett.« v50  Nikodemus – hann sum fyrr var komin til hansara og sum var ein teirra – sigur við teir: v51  »Dømir lóg okkara nakran mann, uttan at hann fyrst er forhoyrdur, og fingið er at vita, hvat hann ger?« v52  Teir svaraðu og søgdu við hann: »Ert tú eisini úr Galileu? Granska eftir, so fært tú at síggja, at aldri kemur profetur úr Galileu!« [ v53  Og teir fóru heim, hvør til sín.