v1 Orð Harrans kom til Jónasar Ámittaisonar soljóðandi: v2 »Far á føtur og gakk til Nineve, hina miklu borg, og rópa út yvir hana, at illskapur teirra er komin upp fyri ásjón mína.« v3 Men Jónas fór í teirri ætlan at flýggja til Tarsis burtur frá ásjón Guðs og fór oman til Jaffa. Og tá ið hann har hitti skip, ið skuldi til Tarsis, galt hann ferðargjald og fór umborð til tess at fara við teimum til Tarsis burtur frá ásjón Harrans. v4 Men Harrin sendi harðveður yvir havið, og øgilig ódn kom í sjógvin, og skipið mundi sorast. v5 Tá vóru skipsmenninir ræddir og fóru at rópa hvør til guds síns og tóku at varpa allan skipsreiðskapin í havið til tess at lætta um skipið. Men Jónas var farin niður í niðasta rúm skipsins og lá har í fasta svøvni. v6 Skiparin kemur til hansara og sigur við hann: »Hví liggur tú her í fasta svøvni? Far upp og heit á Guð tín, kundi borið á, at Guð minnist til okkara, so vit ganga ikki burtur.« v7 Tá søgdu skipsmenninir hvør við annan: »Komið, latum okkum kasta lut til tess at vita, av hvørs voldum henda ógævan er komin yvir okkum.« Og teir kastaðu lut, og luturin fell á Jónas. v8 Og teir søgdu við hann: »Sig okkum, av hvørs voldum henda ógævan er hend okkum; hvat er atvinna tín, og hvaðan kemur tú? Hvat er fosturland títt, og hvørji tjóð ert tú av?« v9 Hann svaraði teimum: »Eg eri Hebrei, og eg óttist Harran, Guð himinsins, hann, ið hevur skapað havið og turrlendið.« v10 Tá kom mikil ræðsla á menninar, og teir søgdu við hann: »Hví gjørdi tú hetta?« Tí at menninir vistu, at hann var flýddur burtur frá ásjón Guðs; tí at hann hevði sagt teimum tað. v11 Og teir søgdu við hann: »Hvat skulu vit gera við teg, so at sjógvurin slætnar?« Tí at veðrið versnaði í hvørjum. v12 Og hann svaraði teimum: »Takið meg og tveitið meg fyri borð, so man sjógvurin fara at slætna, tí at eg veit, at av mínum voldum er hetta mikla harðveðrið komið á tykkum.« v13 Skipsmenninir fóru nú at rógva aftur móti landi, men orkaðu ikki, tí at harðveðrið vaks í hvørjum. v14 Tá kallaðu teir á Harran og søgdu: »Á, Harri! lat okkum ikki ganga burtur fyri tað, at hesin maðurin skal doyggja, og lat ikki sakleyst blóð koma yvir okkum; tí at tú, Harri, hevur gjørt tað, ið tær líkaði.« v15 Teir tóku tá Jónas og tveittu hann fyri borð, og beinanvegin slætnaði sjógvurin. v16 Mikil ótti fyri Harranum kom tá á skipsmenninar, og teir ofraðu honum sláturoffur og strongdu heiti.