Takkarsongur Jónasar

v1  Tá sendi Harrin stóran fisk til tess at gloypa Jónasi, og Jónas var í kviði fisksins tríggjar dagar og tríggjar nætur. v2  Tá bað Jónas í kviði fisksins til Harrans, Guðs síns, v3  og segði: Eg heitti á Harran í neyð míni, og hann svaraði mær. Eg rópaði úr fangi Helheims, og tú hoyrdi rødd mína. v4  Tú tveitti meg út í bládýpið á miðjum havi, so at streymar skolaðu um meg; allar bárur tínar og bylgjur brutu yvir mær. v5  Eg hugsaði: »Eg eri burturrikin frá eygum tínum; man eg nakrantíð aftur skoða títt heilaga tempul?« v6  Vøtnini nívdu meg at sálini, havdýpið var um meg; tari var vavdur um høvur mítt. v7  At grundvøllum fjallanna fór eg niður, lokur jarðarinnar vóru drignar aftur fyri mær med alla; tá førdi tú lív mítt upp úr grøvini, Harri, Guð mín! v8  Tá ið sál mín ørmaktaðist í mær, mintist eg á Harran, og bøn mín kom til tín í heilaga templi tínum. v9  Teir, ið stunda á fáfongd og tómleika, havna náðini. v10  Men eg vil við lovsongi ofra til tín og halda tað, ið eg havi heitt; hjálpin kemur frá Harranum. v11  Tá beyð Harrin fiskinum at spýggja Jónas upp á land.