v1 Orð Harrans kom til Jónasar aðru ferð soljóðandi: v2 »Statt upp og gakk til Nineve, hina miklu borg, og flyt har boðskapin, ið eg havi boðið tær.« v3 Og Jónas fór avstað til Nineve, eins og Harrin hevði boðið honum. Men Nineve var ovurmikil borg, tríggjar dagsferðir á longd. v4 Tá ið Jónas nú hevði gingið eina dagsferð inn í borgina, steðgaði hann á og rópaði: »Um fjøruti dagar skal Nineve verða løgd í oyði!« v5 Og Ninevemenn trúðu Guði, boðaðu føstu og lótu seg í sekk, bæði ung og gomul. v6 Tá ið kongurin av Nineve frætti hesi tíðindi, fór hann úr hásæti sínum, tveitti av sær skikkju sína og læt seg í sekk og settist í øsku. v7 Og hann læt kunngera í Nineve: »Eftir boði frá kongi og stórmennum hans skal hvørki fólk ella fenaður, hvørki neyt ella seyður njóta nakað; tey mega hvørki ganga á gras ella drekka vatn. v8 Heldur mega tey lata seg í sekk bæði fólk og fenaður og bønandi rópa til Guðs, og hvør ein fara av sínum ónda vegi og frá illgerðum, ið eru í hondum teirra. v9 Hvør veit, um ikki Guð kundi hálsað um og iðrað seg um hetta og lætt av vreiði síni, so at vit ikki farast!« v10 Tá ið Guð sá gerðir teirra, at teir vóru farnir av sínum rongu leiðum, tá iðraði Guð seg eftir tí illa, sum hann hevði ætlað at gera teimum og gjørdi tað ikki.