Jónas reiðist, tí at Harrin eirir Nineve

v1  Hetta dámdi Jónasi ógvuliga illa, og ilt kom í hann, v2  og hann bað til Harrans og segði: »Á, Harri! Var tað ikki hetta, eg hugsaði, áðrenn eg fór heiman? Tessvegna ætlaði eg áður at flýggja til Tarsis; tí at eg visti, at tú ert ein náðigur Guð, miskunnsamur, tolinmóður og kærleiksríkur, og at tú iðrar teg eftir tí illa. v3  So tak nú, Harri, sál mína frá mær, tí at mær er deyðin betri enn lívið.« v4  Men Harrin svaraði: »Er tað beint av tær at vera so illur?« v5  Men Jónas fór út úr borgini og setti seg eystan fyri hana og gjørdi sær har leyvskála; í skugga hansara settist hann at bíða til tess at síggja, hvat ið mundi fara at henda í borgini. v6  Tá læt Guð Harrin oljurunn spretta upp yvir Jónas til at skugga yvir høvur hansara og reka burtur óhugnað hansara; og Jónas gleddist stórliga av oljurunninum. v7  Næsta morgun í lýsingini beyð Guð ormi at stinga oljurunnin, so at hann følnaði. v8  Og tá ið sólin rann, sendi Guð gløðandi eystanvind, og sólin skein so heitt á høvur Jónasar, at hann ørmaktaðist. Tá ynskti hann at doyggja og segði: »Mær er deyðin betri enn lívið.« v9  Tá segði Harrin við Jónas: »Er tað beint av tær at vera so illur um oljurunnin?« Men hann svaraði: »Av rættum eri eg reiður og tað til deyða.« v10  Og Harrin segði: »Tú harmast um oljurunnin, ið tú einki stríð hevur havt av og ikki alt upp, sum varð til eftir einari nátt og hvarv eftir einari nátt, v11  skuldi eg tá ikki harmast um Nineve, borgina miklu, har sum meira enn tólv ferðir tíggju túsund menn búgva, ið ikki duga á at skyna høgru ella vinstru – og nógvur fenaður?«