v1 Hesir eru teir kongarnir í landinum, ið Ísraelsmenn vunnu sigur á; teir ognaðu sær land teirra fyri eystan Jórdan frá Arnons á og alt at Hermons fjalli, alt slættlendið eystantil: v2 Sihon, kongur Ámorita, sum búði í Hesjbon og valdaði øllum landi frá Ároer við Arnons áarbakka, frá miðjum dali yvir helmingin av Gilead alt at Jabboks á, sum er landamark móti Ammonitum, v3 Árábaslættanum alt at Kinnerots vatni eystantil og at Árábahavinum, Salthavinum, eystantil allan vegin alt at Bet-Jesjimot og longur suðureftir alt at Pisgalíðum, v4 og Og, kongur av Básjan, sum var ein av teimum Refaitum, ið eftir vóru; hann búði í Asjtarot og Edrei v5 og valdaði Hermons fjallabygdum, Salka og øllum Básjan alt at landamarki Gesjurita og Máakatita, helmingi av Gilead at landamarki Sihons kongs í Hesjbon. v6 Móses, tænari Harrans, og Ísraelsmenn høvdu vunnið sigur á teimum; og Móses, tænari Harrans, gav Rubenitum, Gáditum og helmingi av ætt Manasse land teirra til ognar.
v7 Hesir eru teir kongar, ið Jósva og Ísraelsmenn vógu fyri vestan Jórdan frá Báal-Gád í Libanons dali alt at Reynafjalli, ið hevjar seg niðan móti Se'ir; land teirra gav Jósva Ísrael til ognar, hvørji ætt sín lut, v8 í fjallalandinum, í láglandinum, á Árábaslættanum, í fjallalíðunum, í oyðimørkini og á suðurlandinum, land Hetita, Ámorita, Kánáanita, Perezita, Hivita og Jebusita: v9 Kongurin av Jeriko ein; kongurin av Ai við Betel ein; v10 kongurin av Jerúsalem ein; kongurin av Hebron ein; v11 kongurin av Jarmut ein; kongurin av Lákisj ein; v12 kongurin av Eglon ein; kongurin av Gezer ein; v13 kongurin av Debir ein; kongurin av Geder ein; v14 kongurin av Horma ein; kongurin av Árad ein; v15 kongurin av Libna ein; kongurin av Ádullam ein; v16 kongurin av Makkeda ein; kongurin av Betel ein; v17 kongurin av Tappua ein; kongurin av Hefer ein; v18 kongurin av Áfek ein; kongurin av Sjáron ein; v19 kongurin av Mádon ein; kongurin av Házor ein; v20 kongurin av Sjimron-Meron ein; kongurin av Aksjaf ein; v21 kongurin av Táanak ein; kongurin av Megiddo ein; v22 kongurin av Kedesj ein; kongurin av Jokneam við Karmel ein; v23 kongurin av Dór á Dórs heiðum ein; kongurin yvir fólkunum í Galileu ein; v24 kongurin av Tirza ein; allir kongarnir tilsamans vóru tríati og ein.